RENTUHÆKKING Í USA NÆRKAST

  • 23 May 2016
  • - LÍV

Fundarfrágreiðng frá amerikanska miðbankanum vísir, at fleiri limir í bankanum eru fyri einari rentuhækking, um búskaparligu lyklatølini framhaldandi betrast. Tó er lítið sannlíkt, at tey í USA fara at hækka rentuna á komandi fundi, ið bert er 8 dagar innan, at bretar tann 23. juni skulu atkvøða um, hvørt teir skulu vera verandi í ES ella ikki. Tískil kann væntast, at tíðindi um rentuna í USA og forsagnir um bretsku atkvøðugreiðsluna seta kósina í næstum.


VINNINGUR Í APRÍL


Eftir ein góðan mars kann staðfestast, at eisini apríl gjørdist góður fyri íløgurnar hjá LÍV. Samanumtikið hækkaði íløgan við hægra váðanum 0,41% í mánaðnum soleiðis, at vinningurin fyrsta triðingin av árinum nú er 0,83%. Íløgan við lægra váðanum megnaði júst at koma upp um 0 í apríl og kastaði 0,01% av sær. Síðani ársbyrjan hevur hendan íløgan nú kastað 0,70% av sær. Besta ískoytið til vinningin í apríl stóðu onnur lánsbrøv fyri, við einum vinningi á 1,43%. Hetta viðførir, at onnur lánsbrøv hava givið ein vinning á 3,91% higartil í ár. Teimum á baki koma partabrøvini við +0,85 í mánaðinum, men hesi hava kortini eitt hall higartil í ár á 3,82%. Einasta íløgan, sum gav hall í apríl, var tann í donsk lánsbrøv, sum fevnir um donsk stats- og realkreditt lánsbrøv. Hallið gjørdist 0,11%. Kortini hava donsku lánsbrøvini givið vinning á 1,83% síðani ársbyrjan.


LÍTIÐ SANNLÍKINDI FYRI RENTUHÆKKING LONGU Í JUNI


Ein tann máttmiklasta kvinnan í heiminum eitur Janet Yellen, ið er stjóri í amerikanska miðbankanum, kallaður Federal Reserve (stytt Fed). Hetta er bankin, sum ásetir peningapolitikkin fyri amerikanska búskapin, ið er heimsins størsti.


Tann hending, ið íleggjarar nýta eina mest tíð at gita um í løtuni, er nær Yellen fer at boða frá teirra næstu rentuhækking. Ein treyt fyri, at rentuhækkingin kemur er, at amerikanski búskapurin heldur á við framgongdini, ið hevur valdað seinnu mánaðirnar. Samanumtikið gongur framá í hesum búskapinum, hóast snávingarsteinar stundum hava víst seg. Nevnast kann, at sera tíðandi frágreiðingin um gongdina á amerikanska arbeiðsmarknaðinum vísti ávísar veikleikar, tá hon varð kunngjørd 13. mai. Eitt nú vóru ikki eins nógv størv sett á stovn, sum væntað og heldur ikki, um sammett verður við tær undanfarnu frágreiðngarnar. Kortini vísti frágreiðingin á, at í apríl hækkaðu lønirnar meira, sammett við fyri ári síðani, enn í mars. Annað búskaparligt lyklatal, sum Yellen og hennara starvsfelagir granska neyvt, er inflatiónin. Eftir at hendan hevur verið sera lág leingi, er inflatiónin hækkað eitt vet í seinastuni, og tað kundi bent á, at rentuhækkingin í USA nærkast. Mett verður tó, at tað er ósannlíkt, at rentuhækkingin verður í juni, men at hon verður útsett til seinni í ár.


BRETAR ÁVIRKA RENTUAVGERÐ


Sannlíkindið fyri, at rentuhækkingin í USA nærkast er økt, eftir at fundarfrágreiðing, frá farna fundi í Fed, varð kunngjørd 18. mai. Her kom fram, at ein meiriluti er fyri rentuhækking í juni, um búskaparligu tølini framhaldandi peika rættan vegin. Tó er sera viðkomandi, at næsti rentufundur í USA einans er 8 dagar fyri, at bretar skulu atkvøða, hvørt Bretland skal verða verandi í ES ella ikki. Mett verður, at atkvøðugreiðslan í Bretlandi kann fáa tey í USA at útseta eina møguliga rentuhækking til greiða er fingin á, hvat bretar atkvøða. Ein orsøk til hetta er, at eitt bretskt “nei” til ES førir við sær stóra búskaparliga óvissu. Verður rentan ikki hækkað í juni, kann hon hækka í heyst, men sum kunnugt verður forsetaval í USA í novembur og spátt verður, at rentan neyvan verður hækkað beint áðrenn forsetavalið.


Gitingar um komandi rentuhækkingina ávirka fíggjarmarknaðirnar og eftir at nevnda fundarfrágreiðing varð kunngjørd, styknaði dollarin mótvegis evruni og partabrøv lækkaðu eitt vet. Samanumtikið kunnu vit tí vænta, at tíðindi um hvørja avgerð Fed fer at taka um rentustigið í USA, fara at hava ávirkan á marknaðirnar næstu mánaðirnar.

Rentuhækking nærkast

Share on :