Er Brexit endaliga avgjørt?

  • 08 Jul 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - juli 2016

 

Er Brexit endaliga avgjørt?

Morgunin 24. juni, varð alheims fíggjarheimur veruliga tikin av bóli, tá úrslitið av fólkaatkvøðuni, um Bretska ES-limaskapin, var greitt. Um 52% av bretum ynsktu at fara úr ES. Hetta hevur ført við sær politiskan óstøðugleika í Bretlandi. Tá ES eisini hevur boðað frá, at tey ikki fara at samráðast við Bretland, fyrr enn formliga verður boðað frá, at tey ynskja at fara úr ES, hevur tað ført við sær, at Brexit møguliga ikki er endaliga avgjørt enn. Ógreiða støðan hevur ført við sær óstøðugleika á fíggjarmarknaðunum.

 

Partabrøvini eru longu á hægri stigi enn áðrenn Brexit

Í farna Marknaðarinnliti vóru tvey viðurskifti viðgjørd. Fyrra var rentufundurin í USA, ið endaði sum væntað við, at tey í Fed ikki hækkaðu rentuna. Síðani fór hendan hendingin fullkomuliga úr andglettinum, tí øll eygu vóru vend atkvøðuni í Bretlandi um sokallaða Brexit. Eftir at partabrævamarknaðirnir lækkaðu lutfalsliga nógv um 15. juni, fóru hesir at hækka heilt fitt, eftir at meiningsmátingar vístu á øktan stuðul til tey, ið ynsktu at vera verandi í ES. Tá íleggjarar vaknaðu 24. juni, morgunin eftir atkvøðugreiðsluna, vóru hesir fullkomuliga tiknir av bóli, tí beint ímóti metingunum, høvdu útvið 52% av bretum atkvøtt fyri, at Bretland skuldi fara úr ES. Hetta fekk stóra ávirkan á fíggjarmarknaðirnar. Partabrøv lækkaðu sera nógv. Eitt nú lækkaði danska ”OMX C20 Cap” vísitalið 10% fyrstu løtuna av degnum, men hevði tó vunnið nakað aftur, tá marknaðurin lat aftur 24. juni. 25. juni sóðust eisini lutfalsliga stórar lækkingar. Samstundis lækkaðui renturnar á statslánsbrøvunum í Danmark til nýggj metlág stig. Ógvusliga lækkingin á partabrævamarknaðunum steðgaði tó eftir bert tveimum døgum og longu fríggjadagin 1. juli høvdu flestu partabrævavísitøl vunnið alla lækkingina aftur. Einabest hevur gingist við bretskum virkum, ið serliga orsakað av lækkaða pundinum, eru vorðin meira kappingarfør.

 

Angra bretar?

Eftir at bretar hava valt at fara úr ES, er bretska pundið lækkað um 12% mótvegis dollaranum. Hetta hevur gjørt bretsk útflutningsvirkir meira kappingarfør og tað er ein av frágreiðingunum um, hví serliga bretsk partabrøv aftur eru á hægri stigi enn áðrenn fólkaatkvøðuna. Hóast hetta hevur politiskur ruðuleiki valdað í Bretlandi síðani fólkaatkvøðuna. Í London-økinum og í Skotlandi ynskti tey at vera verandi í ES og serliga støðan viðvíkjandi Skotlandi kann fáa Bretland út í eina trupla politiska støðu og endin kann gerast, at Skotland loysir frá Onglandi. Í bretsku flokkunum, teim konservativu og arbeiðaraflokkinum, er eisini stór ørkymlan. Eitt nú hevur David Cameron boðað frá, at hann leggur frá sær og tí má nýggjur konservativur leiðari finnast. Tekin eru um, at tey sum ynsktu at fara úr ES, nú ikki hava nakra ætlan. Herumframt tykist sum um at nógv av teimum, sum atkvøddu nei, nú iðra seg. Ein møguleiki er, at nýval verður útskrivað. Vinna tey, sum ynsktu at vera verandi, kann hetta enda við nýggjari fólkaatkøðu sum so kann enda við, at Bretland kortini ikki fer úr ES. Næstu tíðina verður tað tí, í stóran mun, politiska støðan í Bretlandi, sum fer at gera av gongdina á virðisbrævamarknaðunum.

 

Ein møguleiki er, at nýval verður útskrivað

Share on :