Rentuhækkingin í USA nærkast aftur

  • 18 Aug 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - august 2016

 

Rentuhækkingin í USA nærkast aftur

Nú, nærum tveir mánaðir eftir sokallaðu Brexit-atkvøðugreiðsluna, kann staðfestast, at flestu týðandi partabrævavísitøl eru á hægri stigi, sammett við undan atkvøðugreiðsluna. Tó eru ikki heilt greitt hvørja ávirkan Brexit fer at hava á búskapirnar. Eisini hevur búskapargongdin í USA verið góð seinastu vikurnar og hetta hevur ført við sær gitingar um, at rentuhækkingin í USA aftur er nærri. Forsetavalið í USA nærkast eisini og metingar um hvør fer at vinna, fer at seta dám á fíggjarmarknaðirnar næstu mánaðirnar.

 

Íløguvinningur 5. mánaðin á rað

Í juli var samlaði vinningurin á íløgunum hjá LÍV rímuliga góður. Íløgan við hægra váðanum kastaði 0,58% av sær í juli og íløgan við lægra váðanum 0,66%. Sum greitt var frá fyri mánaði síðani, gav íløgan hjá LÍV, við hægra váðanum 0,05% í vinningi í juni. Hyggja vit nærri eftir hesi íløguni sæst, at hendan hevur havt vinning fimm mánaðir á rað. Farna mánaðin vóru tað ”onnur lánsbrøv” í góvu besta vinningin. Hesin var 1,55%. Teimum á baki komu partabrøvini við +1,11%, meðan donsku lánsbrøvini kastaðu 0,27% av sær. Síðani ársbyrjan hevur íløgan við hægra váðanum samlað givið vinning á 2,61% og íløgan við lægra váðanum givið vinning á 1,96%. Besta ískoytið til hendan vinningin kemur frá ”onnur lánsbrøv”, ið hava givið vinning á 6,33% síðani ársbyrjan. Í sama tíðarskeiði hava donsku lánsbrøvini givið vinning á 3,96% og partabrøvini hall á 2,22% 

 

Ávirkanin av Brexit, um nøkur, má staðfestast

Nú skjótt tveir mánaðir eftir, at bretar høvdu fólkaatkvøðugreiðslu um tey vildu verða verandi í ES ella ikki og meiriluti sum kunnugt var fyri sokallaða Brexit má staðfestast, at ávirkanin á marknaðirnar hevur verið avmarkað. Gamaní var fjáltur á marknaðunum dagarnar eftir, men í skrivandi løtu liggja bæði japonsk, evropisk og amerikonsk partabrøv hægri, enn undan atkvøðugreiðsluni. Orsøkirnar eru tvinnar. Peningapolitikkurin er framvegis sera stimbrandi og mett verður, at Brexit fer at hava lítla ella onga ávirkan á heimsbúskapin. USA hevur veruliga verið í andglettinum í seinastuni, tí bíðað verður eftir, at tey fara at hækka leiðandi rentuna aftur. Hetta hevur ført við sær eina heldur løgna støðu, tí stundum hava vánalig búskaparlig lyklatøl úr USA havt jaliga ávirkan á fíggjarmarknaðirnar, tí mett varð, at hesi lyklatøl kundu útseta væntaðu rentuhækkingina. Seinastu tvær arbeiðsmarknaðarfrágreiðingarnar í USA, ið eru sera týdningarmiklar, hava tó verið sera bjartar og tað hevur aftur fingið fíggjarmarknaðirnar at gita um, at komandi rentuhækkingin nærkast. Marknaðarsemja tykist verða um, at henda verður í desembur, tí hóast Brexit ikki hevur havt stóru ávirkanina, so verður betri greiða á í desembur, hvørji árinini, um nøkur serlig, hava verið av Brexit. Næstu vikurnar verður støðan enn betur lýst, tá fleiri evropisk lyklatøl verða kunngjørd.

 

Hampulig útlit

Nú støðan við Brexit er sodnað, men ávirkanin tó ikki endaliga staðfest enn, eru onnur viðurskifti komin í andglettin, ið fara at seta dám á fíggjarmarknaðirnar næstu tíðina. 8. novembur skulu tey í USA velja nýggjan forseta. Í løtuni liggur Hillary Clinton á odda í metingunum og líkt er til, at Donald Trump veruliga má gera ein vørr, fyri at nærkast einum meiriluta. Fíggjarmarknaðurin hóvar ikki Trump og tískil kunnu metingar, sum vísa á framburð hjá honum, føra við sær óstøðugleika. Tað er, í løtuni, ósannlíkt, at Trump vinnur, men allar súðir eru ikki syftar enn. Oljuprísurin sveiggjar framvegis og setur dám á, so samanumtikið hava partabrøvini verið lutfalsliga óstøðug í ár. Fýra av ársins mánaðum hava givið vinning og fýra hava givið hall. Hálvársroknskapirnir hava sum heild verið góðir, men í løtuni eru partabrøvini trilvandi. Fleiri vísitøl hava nátt methæddum og íleggjarar hava tískil staðfest vinning. Lánsbrævarenturnar eru tó enn metlágar og fara væntandi at vera lágar alt 2016, m.a. orsakað av stimbrandi peningapolitikki og Brexit. Hetta stuðlar undir nýtslu og tí eisini vinnulívinum. Møguligt er tí, at partbrøvini fara at standa seg hampuligt tað eftir er av árinum.

 

 

Fíggjarmarknaðurin hóvar ikki Trump

Share on :