Sannlíkt við rentuhækking í desember

  • 29 Sep 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - september 2016

 

Á rentufundinum hjá amerikanska miðbankanum tann 21. september, var avgjørt ikki at hækka leiðandi rentuna í USA. Tað gongur lutfalsliga væl í amerikanska búskapinum, men á onkrum økjum hevur gongdin verið nakað ivasom farnu vikurnar. Avgerðin um at varðveita rentuna óbroytta, hevur økt um sannlíkindið fyri, at rentan í USA nú verður hækkað í desembur. Ábendingar eru komnar um, at komandi rentuhækkingarnar í USA verða hóvligari enn áður væntað. Hetta kann gerast jaligt fyri bæði partabrøv og lánsbrøv.

 

”Onnur lánsbrøv” skara burturúr

6. mánaðin á rað, hevur íløgan við hægra váðanum nú givið vinning. Í august var vinningurin á hesi íløguni 0,72% soleiðis, at vinningurin síðani ársbyrjan, nú hevur nátt 3,35%. Íløgan við lægra váðanum gav eisini vinning í august. Hesin var 0,18% í mánaðinum. Síðani ársbyrjan hevur henda varligara íløgan nú givið vinning á 2,15%. Tað eru serliga sokallaðu ”onnur lánsbrøv”, ið hava givið gott ískoyti til samlaða vinningin. ”Onnur lánsbrøv” stendur av lánsbrøvum við hægri rentu enn tey donsku og hesi eru vanliga virðissett í fremmandum gjaldoyra. Síðani ársbyrjan hava hesi kastað 7,39% av sær. Teimum á baki koma donsku lánsbrøvini, ið fevna um stats- og realkreditt lánsbrøv, við einum vinningi á 4,37%. Higartil í ár hava partabrøvini framvegis eitt hall. Hetta er á 1,07% hóast tey góvu vinning á 1,19% í august.

 

Øll bíða eftir amerikanska miðbankanum

Peningapolitikkur er amboðið hjá alheims tjóð- og miðbankum at broyta leiðandi rentuna, fyri at ávirkan búskapargongdina. Í eina tíð hevur tað gingið lutfalsliga gott búskaparliga í USA. Amerikanski miðbankin (dagliga kallaður Fed) hækkaði leiðandi rentuna í desembur í fjør og síðani hevur verið bíðað eftir og dúgligani spátt um, nær næsta hækkingin verður. 21. septembur var rentufundur hjá Fed, men hóast lítil møguleiki var fyri einari rentuhækking, var kortini spenningur um, hvørt rentan mundi verða hækkað ella ikki. Rentan varð ikki hækkað, men boðini eftir fundin frá stjóranum í Fed, Janet Yellen, vóru sera áhugaverd. Ein rentuhækking í USA, er sera nógv ávirkað av dáta, sum greiða frá búskaparstøðuni í USA og í ávísan mun eisini í restini av heiminum. Hóast Fed staðfesti, at tað gongur framá í USA, og tey tí møguliga kundi havt hækkað rentuna, hava nøkur búskaparlig tøl verið nakað ivasom seinastu vikurnar. Hetta er ein av orsøkunum til, at rentustigið varð varðveitt óbroytt. Áhugavert var tó, at 3 av 10 limum atkvøddu fyri, at rentan varð hækkað. Fed leggur dentin á, at eitt nú er amerikanski arbeiðsmarknaðurin vorðin sterkari og hetta er týdningarmikið, so um flestu búskaparlig lyklatøl verða góð í desembur, er sera høgt sannlíkindi fyri, at rentan verður hækkað tann 14. desembur.

 

Hóvligari pengapolitikkur

Eins og avgerðirnar hjá Fed hava havt stóra ávirkan á virðisbrøv farnu mánaðirnar, kann væntast, at peningapolitikkur eisini komandi tíðina fer at hava avgerandi ávirkan. Minnast skal á, at tá ein miðbanki hækkar leiðandi rentuna, er hetta vanliga, tí at búskapurin hevur nøktandi framgongd. Farnu ferðirnar, tá Fed hevur hækkað rentuna, eru partabrøvini ikki lækkaði. Hetta er søga, og tí er ikki víst, at móttøkan verður hendan sama á partabrævamarknaðunum næstu ferð. Ein orsøk er, at sera lága rentustigið á tryggu lánsbrøvunum hevur stuðlað undir keypið av partabrøvum, tí vinningsmøguleikarnir frá lánsbrøvunum hava sýnst avmarkaðir. Hetta hevur helst fingið partabrøv at hækka meira enn vanligt seinastu tíðina. Eitt hækkandi rentustig kann tí fáa íleggjarar at økja íløgurnar í lánsbrøv. Hinvegin benda greiningar á, at inntøkurnar hjá virkjum í t.d. USA væntast at hækka í 2017 og hetta er jaligt fyri partabrævakursirnar. Líkt er eisini til, at rentuhækkingarnar komandi árini verða hóvligar og tískil ikki eins tálmandi fyri partabrøv, sum áður væntað. Hetta kann føra við sær, at partabrøv eisini fara at standa seg hampuligt komandi tíðina.

 

 

 

6. mánaðin á rað, hevur íløgan við hægra váðanum nú givið vinning

Share on :