Clinton vinnur… helst!

  • 20 Oct 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - oktober 2016

 

Lítil ivi tykist verða um, at komandi forsetin í USA verður Hillary Clinton. Donald Trump hevur havt mótburð í seinastuni, orsakað av hansara menniskjaáskoðan. Viðburðurin hjá Clinton hevur økt sannlíkindið fyri, at hon vinnur, í heili 89%. Valið verður 8. november og vinnur Clinton, verður ávirkanin á marknaðirnar helst avmarkað. Miðbankarnir báðumegin Altanshavið eru eisini í andglettinum. Í USA fara tey væntandi at hækka rentuna í desember og í Evropa er spenningur um ECB fer at leingja tíðarskeiðið fyri afturkeypi av lánsbrøvum.

 

Misjavnur mánaður

Íløgan við hægra váðanum gav aftur vinning í farna mánaði og sostatt hevur hendan íløgan givið vinning 7 mánaðir á rað. Vinningurin var á 0,49%, so vinningurin síðani ársbyrjan nú er 3,86%. Íløgan við lægra váðanum hevði tað truplari í september og gav hall á 0,02%, men síðani ársbyrjan er vinningur á 2,12%. Av íløgubólkunum, stóðu partabrøv seg best í septembur, við einum vinningi á 0,97% soleiðis, at hesi nú nærum hava nátt nullið fyri fyrstu ferð í ár. Donsku lánsbrøvini stóðu seg eisini væl í september við einum vinningi á 0,35%. Síðani ársbyrjan hava tey givið vinning á 4,73% og tað má metast at vera gott, tá hugsað verður um, at rentan á 10-ára danska statslánsbrævinum var 0% við endan av september. Einasti íløgubólkur, ið gav hall í september, var ”onnur lánsbrøv”, sum gav hall á 0,55%. Síðani ársbyrjan hava hesi tó framvegis staðið seg best við einum vinningi á 6,01%.

 

Áhugavert nýtt um rentupolitikkin í USA

Í vikuni komu áhugaverd tíðindi um áskoðanina hjá einstøku limunum í amerikanska miðbankanum, kallaður Fed, viðvíkjandi komandi rentuhækkingini í USA. Av teimum 10 limunum, ið hava atkvøðurætt, mettu 3 á seinasta fundi, at rentan átti at verða hækkað longu í september, meðan 7 ynsktu at bíða. Av fundarfrásøgn frá september-fundinum sæst eisini, at fleiri av hesum 7 meta, at rentan hóskandi skal hækkast skjótt. Tískil talar sera nógv framvegis fyri, at tey í USA fara at hækka leiðandi rentuna í desember. Tó er viðkomandi, at tøl um amerikanska búskapin eru versnaði eitt vet farnu vikurnar. Eitt nú varð týdningarmikla arbeiðsmarknaðarfrágreiðingin fyri september verri enn væntað, tí ”einans” 156.000 arbeiðspláss vóru sett á stovn í mánaðinum. Væntaða talið var 172.000 og í august var talið 167.000. Hóast vøksturin í stovnsettum arbeiðsplássum er lækkaður, skal einans vøkstur á 100.000 arbeiðspláss mánaðarliga, fyri at halda tørn við vaksandi arbeiðsfjøldina. Nú Fed er farið at hyggja meira eftir tølum um búskapin, tá avgerð um rentupolitikkin skal takast, kann sannlíkindið fyri, at rentan verður hækkað í desember, gerast minni, um eisini onnur tøl vísa á veikleika í amerikanska búskapinum. Sum støðan er nú, er kortini stórt sannlíkindi fyri, at Fed fer at hækka leiðandi rentuna í desember. Seinasta rentuhækking var í desember í fjør.

 

Greið leiðsla til Clinton

Hetta er seinasta Marknaðarinnlit undan amerikanska forsetavalinum, sum er 8. november. Sambært meiningsmálingum hevur Hillary Clinton aftur økt um sína leiðslu mótvegis Donald Trump. Hetta hevur New York Times umroknað til, at sannlíkindið fyri, at Hillary Clinton vinnur nú er heili 89%. Tá tey flestu vænta at Clinton vinnur, vil ein sigur til hennara hava avmarkaða ávirkan á fíggjar-marknaðirnar. Tó verður eisini avgerandi, hvør vinnur meirilutan í umboðs-mannatinginum og senatinum, tí uttan meirilutar í báðum húsum, kann tað gerast avbjóðandi hjá Clinton at reka ynskta politikkin. Hetta kann stundum skapa órógv. Í vikuni bar Bloomberg tíðindi um, at evropiski miðbankin (ECB) hevur umhugsað at lækka teirra afturkeyp av lánsbrøvum. Tíðindini eru ikki váttaði, men tey fingu t.d. donsku 10-ára rentuna at hækka frá 0,0% í 0,2%. ECB hevur fund 20. oktober. Tí verður áhugavert, um nakað nýtt verður hesum viðvíkjandi. Væntað verður ikki, at afturkeypini verða lækkaði, men tvørturímóti verður væntað, at ECB leingir afturkeypsætlanina við 6 mánaðum til september 2017. Boð um hetta kunnu fáa renturnar at lækka aftur.

 

Sambært meiningsmálingum hevur Hillary Clinton aftur økt um sína leiðslu mótvegis Donald Trump.

Share on :