Trump tók øll á bóli

  • 17 Nov 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - November 2016

 

Tað er trupult at gera valforsagnir. Hetta merktu vit, tá forsøgnirnar tóku feil av Brexit og aftur nú, tá Donald Trump vann amerikanska forsetavalið. Spátt varð eisini, at um Trump vann, fóru partabrøv at lækka ógvusligt. Trump vann sum kunnugt og nógv standa spyrjandi, nú ávirkanin á fíggjarmarknaðirnar fyrbils, hevur verið lutfalsliga avmarkað. Hóast hetta er óvissa um, hvussu Trump, sum frálíður megnar at stýra búskapinum í USA. Tí er eisini óvissa um, hvussu rentur og partabrøv fara at hátta sær sum frálíður.

 

Oktober gav íløguhall

Eftir at íløgan við hægra váðanum, við endan av september, hevði givið vinning sjey mánaðir á rað, kom fyribils broyting í, nú oktober fór aftur um bak. Í oktober gav íløgan við hægra váðanum eitt hall á 0,94% soleiðis, at samlaði vinningurin síðani ársbyrjan nú er 2,88%. Eisini íløgan við lægra váðanum gav hall í oktober. Í tráð við, at váðin er lægri á hesi íløguni, var hallið eisini lægri og gjørdist 0,21% í mánaðinum. Síðani ársbyrjan hevur íløgan við lægra váðanum givið vinning á 1,91%. Partabrøvini høvdu størsta ískoytið til samlaða hallið í oktober, tí hesi góvu hall á 1,07% í mánaðinum. Hækkingin í lánsbrævarentunum í oktober førdi við sær, at eisini donsku lánsbrøvini góvu hall í mánaðinum. Hallið var á 0,91%. Einans ”onnur lánsbrøv” góvu vinning í oktober. Vinningurin var á 0,65% og hesin lánsbrævabólkurin hevur staðið seg nógv best í ár við vinningi á 6,59%.

 

Tað óvæntaða hendi í USA 8. november

Undan valinum í USA var at kalla fullkomin semja um, at Hillary Clinton fór at vinna forsetavalið 8. november og bleiv næsti forestin í heimsins størsta búskapi. Tá atkvøðurnar vóru taldar upp, eftir at valhølini vóru latin aftur, var eisini líkt til, at so fór at verða. Men ríkmaðurin Donald Trump gjørdi øllum metingum til skammar og við einum veruligum endaspurti, smurdi hann Clinton av, vann valið umframt bæði kømurini í kongressini. Eftir at sigurin til Trump varð greiður, helt hesin komandi amerikanski forsetin sigursrøðu sína. Sigursrøðan var als ikki sum væntað og var sum heild savnandi. Undan valinum vóru kursirnir á eitt nú evropiskum heilivágspartabrøvum lækkaðir nógv, tí væntað varð, at Clinton fór at vinna og eitt av vallyftum hennara var, at heilivágsprísirnir skuldu lækka. Tá Trump so kortini, og óvæntað vann, hækkaðu hesir kursir nógv aftur. Orsakað av savnandi røðu Trumps, var ávirkanin á heimsini fíggjarmarknaðir sum heild avmarkað – í øllum førum fyribils. Týðandi fyri framtíðina er, at Trump hevur boðað frá, at hann fer at fremja risaíløgur í undirstøðukervið í USA umframt, at stórir skattalættar eru fráboðaðir. Eitt nú ynskir Trump, at partafelagsskatturin í USA lækkar úr 35% í 15%. Samanumtikið ætlar Trump at reka ein sera stimbrandi fíggjarpolitik og tað hevur fingið lánsbrævarenturnar at hækka munandi.

 

Er inflatión aftur væntað?

Í USA hava tey, eins og í Evropa, leingi barst við eina ov lága inflatión. Ábendingarnar um komandi, sera stimbrandi fíggjarpolitikkin í USA, saman við savnandi røðu Trumps, hevur fingið íleggjarar at trúgva uppá, at Trump megnar at skapa vøkstur í heimsins størsta búskapi og at hetta sum frálíður fer at fáa inflatiónina at hækka eisini. Sum ein avleiðing eru longu lánsbrævarenturnar - ið einamest ávirkast av væntanini til inflatiónsvæntanum - hækkaðar nógv. T.d. er langa danska statslánsbrævarentan hækkað um 0,5%-stig síðan endan av september. Trupuleikin við ætlanunum hjá Trump er, at stimbrandi fíggjarpolitikkurin, ið er fráboðaður, helst fer at økja um skuldina í USA og hendan er longu í hægra lagi. Eisini er væntandi, at búskapar-politikkurin hjá Trump verður sera verjandi. Vanliga vil øktur búskaparvøkstur í USA føra við sær, at vøksturin í umheiminum eisini hækkar, men ein verjukendur búskaparpolitikkur kann forða hesum. Tí er nógv óvissa um, hvørt renturnar fara at halda fram at hækka ella ikki. Møguleiki er tí fyri, at renturnar kunnu lækka aftur. Óvissan um politikk Trumps førir tí eisini óvissu um rentustigið, í næstum, við sær.

Tað óvæntaða hendi í USA 8. november

Share on :