Rentuhækking í USA áður enn væntað?

  • 22 Feb 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Februar 2017

 

Boð frá amerikanska miðbankastjóranum, Janet Yellen, benda á, at næsta rentuhækkingin í USA møguliga kann koma innan nakrar vikur. Hetta er áður enn væntað og boðini koma eftir at sera góð búskapartíðindi eru kunngjørd. Fíggjarmarknaðirnir hava tikið hetta jaliga til sín, tí rentuhækkingin kann forða eina ovurhitan av búskapinum. Trump fær framvegis nógv uppmerksemi. Jaligt hevur tó verið, at hann hevur boðað frá, at uppskot um nýggja skattaloysn kann væntast skjótt. Sostatt hvørvur ein óvissa av fíggjar­marknaðunum.

 

2017 byrjaði trilvandi

Eftir eitt nøktandi virðisbrævaár í 2016 er 2017 byrjað trilvandi. Flestu partabrævavísitøl endaðu 2016 á høgum stigi og tí hava ikki øll megnað at fingið vinning aftur í januar eisini. Umframt hetta, so viknaði dollarin eitt vet í januar og tað lækkar vinningin á amerikonskum partabrøvum. Samanumtikið gav íløgan við hægra váðanum eitt hall á 0,43% í januar, meðan íløgan við lægra váðanum gav hall á 0,02%. Serliga partabrøvini eru orsøkin til hallini, tí hesi lækkaðu 1,11% í ársins fyrsta mánaði. Lánsbrævarenturnar hækkaðu eitt sindur og tað førdi við sær, at donsku lánsbrøvini eisini góvu hall í januar. Hallið hjá hesum lánsbrøvum gjørdist 0,35%. Útlendsku lánsbrøvini, ið vóru toppskorarin í 2016, stóðu seg, mótvegis hinum báðum íløgubólkunum, væl í januar, við einum vinningi á 0,82%. Hóast gongdina í januar, benda flestu viðurskiftir á, at 2017 verður hampuligt virðisbrævaár.

 

Pengapolitikkur í andgletti og rentuhækkingin nærkast

Í seinastuni hevur nýggi forsetin í USA, Donald Trump, verið eftir kinverjum í sambandi við veika gjaldoyra teirra, ið gevur teimum kappingarfyrimun. Nú er Trump-stjórnin eisini farin at leggja eftir Týsklandi, ið hevur stór yvirskot á handilsjavnanum. Hetta merkir, at landið hevur munandi størri útflutning enn innflutning. Orsøkin til hetta yvirskot er sambært teimum hjá Trump, at Týskland gagnnýtur, at evran er veik mótvegis dollaranum. Týska stjórnin vísir ákærunum aftur, og sigur orsøkina vera, at evropiski miðbankin rekur ein ov stimbrandi pengapolitikk, sum ikki er hóskandi fyri týska búskapin. Báðir partar hava rætt og hetta vísir avbjóðingarnar við at hava ein felags pengapolitiskan mynduleika fyri alt Evropa. Spennandi verður at síggja, um veruligt stríð kann taka seg upp millum partarnar. Í USA er tíðin við stimbrandi pengapolitikki farin. Janet Yellen, ið er stjóri í amerikanska miðbankanum (Fed), hevur júst boðað frá, at orsakað av sera góðu gongdini í amerikanska búskapinum, kann næsta rentuhækkingin í USA møguliga koma um nakrar vikur, og tað er skjótari enn áður væntað. Hesum boðum hava marknaðirnir tikið væl ímóti, og tað má vera ein staðfesting av, at marknaðurin sær tað jaliga í, at Fed er farið í hernað móti, at búskapurin ovurhitast. Støðan kann gera evruna enn veikari mótvegis dollaranum.

 

Trump setur dagskránna

Sum greitt var frá í farna Marknaðarinnliti, gongur gott í evropiska og amerikanska búskapinum. Í USA gongur so gott, at teirra næsta rentuhækking nærkast í stórum og farnu dagarnar í februar, hava amerikonsku partabrævavísitølini nærum sett met dagliga. Umframt góð búskapar-tíðindi er ein orsøk til hetta, at Trump hevur boðað frá, at hansara uppskot um nýggja skattaloysn í USA kemur heilt skjótt. Marknaðirnir hava tulkað hetta jaligt og seta stórt álit á, at loysnin kann stuðla virkisrakstrinum í landinum. Hinvegin hevur dagligdagurin rakt Trump og hann hevur helst ásannað, at tað er munur á at vera forseti í heimsins størsta búskapi og at vera sjónvarpsvertur. Professionalisman vantar á fleiri økjum og eitt nú hava útlendskir íleggjarar lækkað teirra ognarlut í amerikonskum lánsbrøvum soleiðis, at rentan á teimum er hækkað. Sera sannlíkt fara slík mál at seta dagskránna, eisini í næstum, og tað kann føra við sær óstøðugleika á marknaðunum. Ein táttur, sum sannlíkt kann seta sín dám á Evropa í næstum er, at Grikkaland aftur er í sera trongum skóm og Altjóða Gjaldoyra-grunnurin talar at. Framtíðin er spennandi, men útlitini eru framvegis varliga góð.

 

Í USA gongur so gott, at teirra næsta rentuhækking nærkast í stórum og farnu dagarnar í februar, hava amerikonsku partabrævavísitølini nærum sett met dagliga.

Share on :