Evropisk val avgera lagnuna hjá evruni

  • 23 Mar 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Mars 2017

Ein amerikonsk rentuhækking á 0,25%-stig tann15. mars tyktist heilt vís. Tó er spenningur í luftini um, hvat verður sagt eftir rentufundin. Flestu vænta, at tvær rentuhækkingar koma aftrat seinni í ár. Koma ábendingar um, at tríggjar hækkingar koma aftrat dagsins hækking, ávirkast marknaðirnir væntandi. 15. mars valdu hollendingar til lóggávutingið og seinni í ár skulu eisini fraklendingar og týskarar á val. Valúrslitini verða avgerandi fyri lagnuna hjá ES og ikki minst hjá evruni, sum felags evropiskt gjaldoyra.

 

Góður vinningur í februar

Eftir eina heldur trilvandi byrjan uppá 2017, hvat avkasti viðvíkur, gekk frægari í februar. Mánaðin gjørdist frálíkur. Serliga partabrøvini stóðu seg væl og góvu ein vinning á 3,31%. Hetta var nóg mikið til at viska hallið frá januar burtur og samlað er vinningurin av partabrøvunum nú 2,13% síðani ársbyrjan. Báðir lánsbrævabólkarnir stóðu seg eisini væl í februar og báðir góvu ein vinning um 1%. Síðani ársbyrjan hava donsku lánsbrøvini nú givið vinning á 0,67% og ”onnur lánsbrøv” 1,82%. Samlað gav íløgan við hægra váðanum ein vinning á 1,60% í februar soleiðis, at vinningurin síðani ársbyrjan nú er 1,16%. Av tí at váðakendu íløgurnar hava givið betri vinning higartil í ár enn tær meira varligu, hevur íløgan við lægra váðanum ikki eins góðan vinning, sum íløgan við hægra váðanum. Íløgan við lægra váðanum gav vinning á 0,62% í februar og síðani ársbyrjan er hesin 0,60%.

 

Rentuhækkingin í USA tykist heilt vís

15. mars fóru tvær stórhendingar fram. Amerikanski miðbankin (Fed) hevði rentufund og tað tyktist 100% sannlíkt, at rentan varð hækkað við 0,25%-stigum, tí búskapurin í USA er í góðum skørum. Reint búskaparliga stendur sostatt nóg væl til, fyri at rentuhækkingin kann verða framd. Herumframt er týdningarmikið, at Fed hækkar rentuna fyri at forða einari ovurhiting av búskapinum. Av tí at marknaðirnir eru sera sannførdir um, at rentuhækkingin verður framd, verður ikki væntað, at sjálv rentuhækkingin ávirkar marknaðirnar stórvegis. Sama dag í mars var eisini farið til val til lóggávutingið í Hollandi. Væntað verður, at tann umstríddi Geert Wilders fer at fáa eitt gott val. Samstundis verður mett, at hann ikki kemur í stjórn og tí ikki fær møguleika at ávirka hollendska evropasamstarvið. Í vár og í summar skulu fraklendingar eisini velja til lóggávutingið umframt nýggjan forseta. Her ger Marine Le Pen um seg og í stóran mun líkist hon Wilders politiskt. Frakland er í evropiskum høpi meira áhugavert enn Holland og ein sigur til Le Pen hevði verið ein stórur ósigur fyri ES og hetta hevði ført við sær stóra óvissu um framtíðina hjá ES. Í Týsklandi verður val í heyst og her tykist mest sannlíkt, at ES viðhaldsfólk fara at vinna. Men vinna tey ES-fíggindaligu vald í Evropa, er vandi fyri, at ES-samstarvið kann fara fyri skeytið og at evran fær trupuleikar.

 

Hvat sigur Fed um komandi rentuhækkingar?

Sum umrøtt omanfyri var lítil og eingin ivi um, at tey í USA vildu at hækka rentuna í mars. Hinvegin verður sera avgerandi, hvørji boð Fed hevur til fíggjarmarknaðirnar eftir rentufundin. Tað tykist semja verða um, at USA hækkar rentuna nú og tvær ferðir aftrat í ár. Koma ábendingar um, at tað møguliga koma íalt fýra rentuhækkingar í USA í ár, kann hetta fáa lánsbrævarenturnar at hækka nakað aftrat. Í løtuni keypa íleggjarar nógv partabrøv, tí fáir aðrir møguleikar, ið geva nøktandi avkast, eru at velja ímillum. Jú meira lánsbrævarenturnar hækka, tess meira áhugaverd gerast hesi sum íløgumøguleiki. Hækka lánsbrævarenturnar nóg mikið, gerast partabrøv minni áhugaverd og tað kann fáa tey at lækka. Enn er tó ov tíðliga at siga, um og nær hetta verður støðan. At Fed hækkar rentuna er ein staðfesting av, at inflatiónin er hækkað og nærkast nøktandi stigi. Í mars er oljuprísurin tó lækkaður um 10% og hetta lækkar um inflatiónstrýstið. Tískil eru viðurskifti sum tala fyri, at Fed einans hækkar í mars og tvær ferðir aftrat í ár, júst sum væntað. Verður hetta ábendingin frá Fed í mars, verður ávirkanin á fíggjarmarknaðirnar avmarkað.

Frakland er í evropiskum høpi meira áhugavert enn Holland og ein sigur til Le Pen hevði verið ein stórur ósigur fyri ES og hetta hevði ført við sær stóra óvissu um framtíðina hjá ES.

Share on :