Bresta Trump og Kim saman?

  • 17 Aug 2017
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - August 2017

 

Bresta Trump og Kim saman?

Enn er tað lítið sannlíkt, at orðastríðið millum USA og Norðurkorea endar við kríggi. Kim Jong Un stríðist helst strategist fyri at fáa tingingar í gongd við versturheimin, meðan Trump er noyddur at svara harliga aftur. Líkt er til at Kina, sum stendur millum partarnar, kann forða fyri, at kríggj brestir á. Hetta stríðið hevur stundum, farnu vikurnar, ført við sær óvissu á fíggjarmarknaðunum og hevur kávað útyvir, at tað í roynd og veru stendur væl til búskaparliga í londunum, ið eru týðandi fyri alheims fíggjarmarknaðir.

 

Trupla gongdin í juni helt fram í juli

Eins og juni, var eisini juli avbjóðandi fyri partabrævaíløgurnar hjá LÍV. Hinvegin, so stóðu lánsbrævaíløgurnar seg rímuliga væl. Í juli lækkaðu partabrøvini 1,03% soleiðis at vinningurin síðani ársbyrjan lækkaði í 5,00%. Ein orsøk til hetta var, at dollarin viknaði í mánaðinum. Hóast sveiggj í mánaðinum, var langa danska lánsbrævarentan at kalla tann sama við mánaðarenda sum við mánaðarbyrjan. Tó góvu donsku lánsbrøvini vinning á 0,18% í juli og síðani ársbyrjan er vinningurin nú 0,81%. Best stóð lánsbrævabólkurin ”onnur lánsbrøv” seg. Hesin gav vinning á 0,67% farna mánaða og vinningurin síðani januar er 3,37%. Samlað gav íløgan við hægra váðanum hall á 0,06% í juli meðan íløgan við lægra váðanum var óbroytt. Síðani ársbyrjan hevur váðakendari íløgan givið vinning á 2,13% meðan varligara íløgan hevur givið vinning á 0,56%.

 

Góð búskapargongd hótt av Trump og Kim

Hóast ávísar avbjóðingar, so kann sum heild staðfestast, at tað gongur væl búskaparliga í heiminum. Í Kina eru góð búskaparlig tíðindi borin í seinastuni. Í USA er góður búskaparvøkstur, hóast hesin fyribils helst hevur nádd hæddini og í Evropa er vøksturin á høgum stigi. Kortini hevur politisk óvissa tikið seg upp seinastu vikurnar, eftir at Norðurkorea og Kim Jong Un hevur hótt oynna Guam, har USA hevur stóra herflotastøð. Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur síðani svarað Kim Jong Un hóttandi aftur og soleiðis er neiligt samskifti teirra millum farið á rull. Hetta hevur ført eina óvissu við sær á fíggjarmarknaðunum og eftir at longu lánsbrævarenturnar hækkaðu fyri mánaða síðani, eru hesar tí aftur lækkaðar og partabrøvini eru darvaði av óvissuni. Í millum partarnar stendur Kina, ið er politiskt sameint við Norðurkorea, men sum eisini hevur stóran áhuga í, at orðastríðið millum Trump og Kim ikki harðnar enn meira. Eftir at partabrævamarknaðirnir lækkaðu um mánaðarskiftið, eru hesir aftur hækkaðir nakað eftir at sjóneykan aftur er sett á jaligu búskaparstøðuna. Tó er helst bert spuringur um tíð, áðrenn orðastríðið aftur tekur seg upp. Kina hevur boðað frá, at um Kim loypur á USA, vil Kina ikki stuðla Norðurkorea og um USA loypir á, vil Kina stuðla Norðurkorea. Hetta kann forða fyri, at støðan endar við kríggi.

 

Nýggj óvissa fyri framman

Í farna Marknaðarinnliti varð umrøtt, at stjórin í Evropiska Miðbankanum (ECB), Mario Draghi, hevði verið sera jaligur um evropiska búskapin og at hetta fekk longu lánsbrævarenturnar at hækka. Síðani hevur ECB aftur havt rentufund og tá boðaði Draghi frá, at marknaðirnir høvdu tikið orð hansara í so jaligt til sín. Hetta fekk longu lánsbrævarenturnar at lækka nakað aftur. Støðan viðvíkjandi Kina og Norðurkorea ávirkaði sama veg. Í USA eru framvegis avbjóðingar við at fáa gongd í inflatiónina og hetta kemur væntandi at ávirka pengapolitikkin í USA og metingarnar um hendan politikk. Sostatt er tað framvegis mið- og tjóðbankarnir, sum hava stóra ávirkan á komandi gongd á fíggjarmarknaðunum. Hóast lánsbrævarenturnar sveiggja nógv í løtuni, eiga hesar sum frálíður at hækka og partabrævamarknaðirnir kunnu standa seg væl, so leingi pengapolitikkurin ikki darvar vøkstrinum. Mett verður eisini, at tann veiki dollarin kann fáa vøksturin í USA at hækka aftur og sostatt geva eyka megi til partabrøvini í USA. Júst nú er tað tó stríðið millum Trump og Kim, sum er altavgerðandi fyri støðugleikan á marknaðunum. Harðnar stríðið er alt annað líkamikið.

 

Síðani ársbyrjan hevur váðakendari íløgan givið vinning á 2,13% meðan varligara íløgan hevur givið vinning á 0,56%.

Share on :