Nú eigur kundin LÍV

  • 14 Jun 2016
  • - LÍV

Jan Jakobsen, stjóri.

 

Vit á LÍV gleðast um, at eigaraviðurskiftini loksins eru komin uppá pláss. 

Frameftir koma kundarnir at eiga LÍV-Samtakið umvegis P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV. Málsetningurin er framhaldandi at veita eina góða tænastu til okkara kundar og bera teimum vinningin gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini.

Vit síggja í dagliga virksemi okkara, at vit gera mun, og fara vit framhaldandi at virka fyri einari øktari virðisøking til einstaka kundan komandi árini.

 

TÍÐINDASKRIVIÐ FRÁ UVMR 9. JUNI 2016

“Tryggingareftirlitið og Tryggingarráðið hava góðkent gjørda sáttmálan millum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og fakfeløgini (P/F Fakfelag) um keyp av upp til 50% av partapeninginum í P/F Lív Holding. Samstundis er avhendingarsáttmálin um 50% av partapeninginum til Ognarfelagið Lív góðkendur.

Avhendingardagurin var partanna millum avtalaður til 1. juni 2016, men fyri at fáa øll praktisk og formlig viðurskifti avgreidd við sjálva yvirtøkuna, hava partarnir avrátt, at sjálv avhendingin fer fram hósdagin 1. september 2016, tá P/F Fakfelag og Ognarfelagið Lív fáa síni partabrøv og landskassin avrádda keypspeningin.”

Vit á LÍV gleðast um, at eigaraviðurskiftini loksins eru komin uppá pláss

Share on :