Umboðsráðið 2023

Úrslitið av valinum er klárt.

Hesi 35 eru vald í Umboðsráðið hjá Ognarfelagnum LÍV.

Absalon Hansen 
Annfinnur Garðalíð
Annika Beinta Hoydal
Árni Arge 
Augusta Mikkelsen 
Bergur Dam Jensen 
Birgir  Sondum 
Bjarnheðin í  Hoyvík 
Elin N. W. Tausen 
Ella Norðberg Heinesen 
Elsa Berg 
Eva Henriette Bennicke
Eyðdis Ellendersen 
Finnur  Koba 
Frímund Hansen 
Gudny Benjaminsdóttir 
Haldis Karlsdóttir 
Hanna í Horni 
Heine Lützen 
Jákup Mørkøre 
John Højsted 
Jón Joensen 
Lisa Frederiksberg 
Magni Gudmarsson Joensen 
Magnus M. Hentze 
Mogens Eriksen 
Mona Maria úr Fugloy 
Niclas Hentze 
Noomi Káradóttir Rasmussen 
Pætur Niclasen 
Regin Meyer Olsen 
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard 
Sofus Debes Johannesen
Súsanna Funding 
Svanna í Gong

 

Valúrslitið 30. januar 2023

Umboðsráðið

Umboðsráðið umboðar viðskiftafólkini hjá LÍV á aðalfundinum hjá LÍV samtakinum.

35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir limirnir standa fyri vali.

Nærri kunning um umboðsráðið er at finna í viðtøkunum fyri Ognarfelagið LÍV.

Um LÍV

Føroya Lívstrygging varð sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966.

Virksemið hjá felagnum byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum eitt sjálvstøðugt felag. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar, og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki og Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd.

Les meira her

Málsetningur

Okkara mál er at veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Vit ynskja, at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina persónstrygging og/ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirlønaraldur.

Í virksemi okkara, síggja vit dagliga, at vit gera mun og okkara málsetningur fyri komandi árini er, framhaldandi at virka fyri eini munagóðari virðisøking til einstaka kundan. 

Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum, umsita vit í dag uml. 65% av eftirlønarmarknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit sum okkara dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara.

Missión
  • Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. 
  • LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins. 
Virðir

Fyri kundar og samstarvfelagar ynskja vit, at okkara missjón og visjón koma kundum, samstarvsfelagum og samfelagnum til góðar ígjøgnum:

  • Hægstu serfrøði á okkara virkisøki 
  • Opinleika og innlit í okkara virksemi og í kundans 
  • Álit og trúvirði á tað arbeiðið, vit gera, og á tær tænastur, vit veita ígjøgnum eitt langt samstarv 
  • At tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar. 
Visjón
  • LÍV vil framhaldandi vera tað størsta eftirlønartryggingarfelag, sum flestu føroysku feløg, virkir og einstaklingar kenna sum besta veitaran av eftirlønartryggingum.
  • Ágóðin hjá felagnum skal koma viðskiftafólkunum til góðar
  • Tað er felagsins visjón at uppbyggja burðardygt, langsiktað og álitisvekjandi samstarv, sum tryggjar teg og tíni. Vit ynskja at vera har, tá ið tú hevur tørv á okkara tænastu í sambandi við eftirløn, óarbeiðsføri, ávísar hættisligar sjúkur v.m. og hjá avvarðandi í sambandi við deyðsfall. 
  • Eftirlønaruppsparingin skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar, í tann mun hetta eisini tænir viðskiftafólkum felagsins
Ásetingar um valið í viðtøkunum

Valið er skipað sambært viðtøkunum hjá Ognarfelagnum LÍV 

§ 11
 
Stk. 1. Atkvøðurætt hava øll, sum eru limir í felagnum og hava verið tað síðan tann seinasta 30. september fyri valið.
 
Stk. 2. Allir limir, ið hava atkvøðurætt, hava minst eina atkvøðu og í mesta lagi 8 atkvøður fyri allar teknaðar tryggingar.
 
Stk. 3. Limir við teknaðum tryggingum, har árliga tryggingargjaldið er minni enn 15.000 kr. hava 1 atkvøðu. Fyri hvørjar byrjaðar 15.000 kr. í árligum tryggingargjaldi herafturat, fær limurin 1 atkvøðu, og fyri hvørjar byrjaðar 150.000 kr. í samanspardum virði á tryggingunum við ársenda, hægri enn 150.000 kr., fær limurin 1 atkvøðu, upp til í alt 8 atkvøður.