Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Eysturoyar Handverksmeistarafelag bjóðar limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Einstaki handverksmeistarin útgreinar hvørji starvsfólk eru fevnd av tryggingini.

Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika. Arbeiðsførið verður váttað í samband við innliman.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

  • við deyða
  • við ávísum hættisligum sjúkum

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67 ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú her.

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  •  ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av "ávísari hættisligari sjúku".

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við. Tó í mesta lagi 3 ár.

.

Við deyða
Skattafrí upphædd
14-49 ár
kr. 500.000
50-54 ár
kr. 400.000
55-66 ár
kr. 300.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 125.000
Børn u/18 ár
kr. 125.000
Við óarbeiðsføri
-
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú her.

Ritast kann inn við føroyska samleikanum ella við at nýta brúkaranavn, ið er P-talið og eitt loyniorð, sum er sent tær við innliman.

Hevur tú ikki loyniorðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

SAMBAND

Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Nevndin:

  • Petur Frank Joensen, formaður
  • Helgi Johannesen
  • Jóan Petur Vang
  • Rúni Leitisstein
  • Fróði Guttesen

Eru spurningar, ivamál ella onnur viðurskifti í samband við virksemið hjá hjá felagnum, verður víst til

VRG, Heiðavegur 5, 610 Saltangará

Tlf. 666600 • Teldupostur: vrg@vrg.fo

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00