Felagið Føroysk Miðlafólk
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Felagið Føroysk Miðlafólk bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Avtalan er galdandi fyri virknar limir, og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Innlimann er treytað av fullum arbeiðsførleika. Er limur settur í tillagað starv, skal hetta fráboðast LÍV.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum

samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

• við deyða

• við ávísum hættisligum sjúkum

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú her.

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

ella

børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar

sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

 

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til ásetta pensjónsaldurin. Tó í mesta lagi 3 ár fyri samlagstryggingina.

.

Við deyða
Skattafrí upphædd
15-49 ár
kr. 750.000
50-54 ár
kr. 600.000
55-66 ár
kr. 450.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 125.000
Børn u/18 ár
kr. 125.000
Við óarbeiðsføri
-
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú her.

Ritast kann inn við føroyska samleikanum ella við at nýta brúkaranavn, ið er P-talið og eitt loyniorð, sum er sent tær við innliman.

Hevur tú ikki loyniorðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

Lív Pensjón

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. Stórur dentur er lagdur á, at finna rættað lutfallið millum tryggaru og váðafúsu íløgurnar. Umhugsni, og sera lágur kostnaður av íløgurøkt tryggjar, at peningurin verður umsitin á skynsaman hátt.

Fyri at minka um váðan fram ímóti pensjónsaldrinum, verður váðafúsi íløguparturin støðugt niðurskrivaður seinastu 10 árini.

Við eftirlønaraldur verður uppsparingin útgoldin sum ásett í Eftirlønarlógini.

Býtið millum láns- og partabrøv sæst á myndini niðanfyri.

 

Ráðgeving
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við LÍV, ella ein av niðanfyri nevndu ráðgevum:

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Vit nýta kennifílur
Kennifílur verða nýttar til:
Neyðugt virksemi á heimasíðuni
Hagtøl og greiningar
Betra um brúkaraupplivingina
Neyðugar
Neyðugar kennifílur hjálpa okkum at gera grundleggjandi møguleikar á heimasíðuni virknar. Hesar kennifílurnar eru neyðugar, fyri at heimasíðan skal kunna nýtast á ein nøktandi hátt. Hesar kennifílur eru neyðugar og verða tí nýttar uttan samtykki.
Brúkarauppliving
Vit savna inn upplýsingar um tínar stillingar og val á heimasíðuni. Hesar kennifílur gera tað møguligt at vísa tær útgávuna av heimasíðuni, ið er mest viðkomandi til tín. Kennifílurnar geva t.d. møguleika at goyma upplýsingar um, hvat mál tú velur.
Hagtøl
Hagfrøðiligar kennifílur hjálpa okkum at vita, hvussu tú nýtir heimasíðuna. Kunning um atferðina hjá vitjandi hjálpir okkum at gera marknaðargreiningar og at betra síðuna.
Samtykki
Tú fært altíð broytt og tikið burtur samtykkið við at trýsta á tannhjólið niðast til høgru.