Føroyskir Sálarfrøðingar
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

AKF- Feløgini bjóða limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Avtalan er galdandi fyri virknar limir hjá niðanfyri nevndu feløgum, ið eru fevndir av pensjónsavtaluni millum AKF-Feløgini og LÍV.

• Arkitektafelag Føroya

• Føroya Byggifrøðingarfelag

• Føroya Tekniska Lærarafelag

• Føroya Verkfrøðingafelag

• Føroyskir Sálarfrøðingar

• Magistarafelag Føroya

• Musikklærarafelag Føroya

• Yrkisfelagið Miðnám

Innlimann er treytað av fullum arbeiðsførleika.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi. Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

við deyða
við ávísum hættisligum sjúkum
við óarbeiðsføri
ískoyti til hoyritól
Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú her.

Tryggingar
Innlit

LÍV Pensjón

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. Stórur dentur er lagdur á, at finna rættað lutfallið millum tryggaru og váðafúsu íløgurnar. Umhugsni, og sera lágur kostnaður av íløgurøkt tryggjar, at peningurin verður umsitin á skynsaman hátt.

Fyri at minka um váðan fram ímóti pensjónsaldrinum, verður váðafúsi íløguparturin støðugt niðurskrivaður seinastu 10 árini.

Við eftirlønaraldur verður uppsparingin útgoldin sum ásett í Eftirlønarlógini.

Býtið millum láns- og partabrøv sæst á myndini niðanfyri.

 

Ráðgeving
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við LÍV, ella ein av niðanfyri nevndu ráðgevum:

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00