Tíðindaskriv og kunning

Tryggingarinngjøld settu met í 2019

30. apríl 2020

Samlaðu inngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 335,9 mió. krónur, sum er ein vøkstur á góð 15 prosent.

Ongantíð áður hava tryggingarinngjøldini til Tryggingarfelagið LÍV verið so høg sum í 2019. Samlaðu inngjøldini vóru 335,9 mió krónur. Avkastið hjá samtakinum í árinum var í alt góðar 290 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði vóru samlaðu útgjøldini til eftirlønir og tryggingar góðar 117 mió. krónur. 

Vøksturin í inngjøldum til tryggingar og eftirlønir heldur fram og setti met í 2019 . Samlaðu inngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 335,9 mió. krónur, sum er ein vøkstur á góð 15 prosent. Avkastið hjá samtakinum var í alt 290 mió. krónur, meðan útgjøldini til eftirlønir og tryggingar fyri Tryggingarfelagið LÍV vóru tilsamans góðar 117 mió. krónur. 

Meðan 2018 var eitt vánaligt ár á fíggjarmarknaðinum, hevur gongdin verið jalig í ár, har allir íløgubólkar hava givið íkast til avkastið. Serliga eru tað partabrøvini, sum eru hækkaði nógv í 2019. 

Eitt alsamt lækkandi rentustøði hevur gjørt, at avkastið av lánsbrøvum hevur verið lutfaldsliga gott í 2019. Tó ger lága rentustøðið, at lívstryggingar– og eftirlønarfeløg við tryggingum við veitingartrygd, mugu seta pening av til framtíðar krøv. Hækkaðu avsetingarnar til hesar framtíðar skyldur síggjast aftur í úrslitinum hjá samtakinum. Serliga er tað í úrslitinum hjá P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV 3) eftir skatt og øktar avsetingar, hetta ger seg galdandi. 

- Vit fegnast um, at alt fleiri kundar velja at hava sínar lívstryggingar og eftirlønir hjá felagnum. Hetta skapar góðar fortreytir fyri einum bíligari rakstri, ið er til fyrimuns fyri allar okkara kundar. Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini. Tá ræður um tað sera lága rentustøðið, er hetta ein avbjóðing hjá øllum eftirlønarfeløgum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum. 

Rakstrarkostnaðurin av P/F Tryggingarfelagnum LÍV fellur alsamt og lækkaði við góðum 2 mió. krónum í 2019, sum svarar til eitt fall uppá 10 prosent í mun til 2018. Grundað á hækkaða inngjaldið til samlagstryggingar við bonusi í 2019, hevur nevndin avgjørt at lækka umsitingarkostnaðin við 20 prosentum.

 

Árið í tølum P/F LÍV Holding (LÍV 1)

Javni 146 mió. kr.

Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -4,0 mió. kr.

Eginogn 136,6 mió. kr.

 

P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV 2)

Íløguavkast 148,3 mió. kr.

Javni 2.917 mió. kr.

Rakstrarkostnaður 17,95 mió. kr.

Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -8,6 mió. kr.

Eginogn 85,7 mió. kr.

 

P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV 3)

Íløguavkast 142,3 mió. kr.

Javni 2.040 mió. kr.

Rakstrarkostnaður 4,3 mió. kr.

Úrslit eftir skatt og øktar avsetingar -186,5 mió. kr.

Eginogn -1.321 mió. kr.

 


18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
11. januar 2024
Tað er vorðið enn bíligari at vera kundi í LÍV
31. august 2023
P/­F Fakfelag hevur keypt LÍV
29. august 2023
Títt LÍV – allur ágóðin fer til tín
18. juli 2023
Hug at gerast tryggingarnæm­ingur?
24. mai 2023
Mentan­arnáttin 2. juni 2023
Sí fleiri