Tíðindaskriv og kunning

Tanum skal eita Rescue LÍV

22. desember 2020

LÍV Samtakið hevur gjørt tvey ára stuðulsavtalu við bjargingarbátin hjá Havnar Bjargingarfelag. Í løtuni eitur báturin Tanum, men í vár verður nýggja navnið Rescue LÍV. Við nýggju avtaluni er LÍV framvegis høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV

Tanum varð keyptur fyri tveimum árum síðani, og kom í tilbúgving fyri nøkrum vikum síðani. Tanum avloysir undanfarna bjargingarbátin Rescue LÍV. Hann er nú seldur av landinum.


Stuðuls- og samstarvsavtalan hevur til endamáls at stuðla virkseminum hjá bjargingarbátinum Rescue LÍV og tryggja, at raksturin av bátinum er í tryggari legu.


“Sum lívstryggingarfelag vilja vit ganga á odda og stuðla virksemi, ið kann fyribyrgja vandastøðum. Rescue LÍV loysir eina týdningarmikla uppgávu, ið knýtir seg at einum av kjarnuvirkseminum hjá LÍV”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.


“LÍV hevur verið dyggur stuðul hjá Rescue LÍV, líka síðani Rescue LÍV kom til Føroyar fyri skjótt 13 árum síðani. Stuðulin hevur øll hesi árini havt sera stóran týdning fyri virksemið við Rescue LÍV, og fer eisini at hava stóran týdning fyri raksturin av nýggja bjargingarbátinum, sum verður eitt stórt frambrot fyri føroyska sjóbjarging”, sigur Sára Eysturoy, forkvinna í Havnar Bjargingarfelag.


LÍV hevur verið høvuðsstuðul hjá Rescue LÍV síðani fyrsti báturin varð keyptur í 2008. Nýggja avtalan er fyri árini 2021 og 2022.


18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
11. januar 2024
Tað er vorðið enn bíligari at vera kundi í LÍV
31. august 2023
P/­F Fakfelag hevur keypt LÍV
29. august 2023
Títt LÍV – allur ágóðin fer til tín
18. juli 2023
Hug at gerast tryggingarnæm­ingur?
24. mai 2023
Mentan­arnáttin 2. juni 2023
Sí fleiri