Tíðindaskriv og kunning

LÍV gott avkast í 2020

18. januar 2021

Hóast korona rakti virðisbrævamarknaðin meint í 2020, so kann LÍV gleðast um, at avkastið hjá kundunum er gott, í mun til onnur eftirlønarfeløg.

Árið byrjaði friðarligt, men tíðindaflutningurin snúði seg einamest um korona restina av 2020. Í mars lækkaðu partabrøvini nógv, tó høvdu búskaparlig tiltøk og hjálparpakkar við sær, at partabrøvini hækkaðu nógv og skjótt í apríl.

LÍV hevur eina skipan, ið er lívslagað, sum merkir, at íløgurnar eru gjørdar við atlit til hvussu stutt er eftir til eftirlønaraldur hjá kundanum. Myndin niðanfyri vísir avkastið hjá kundum við marknaðarrentu, sum høvdu ávikavist 30, 15, 5 og 0 ár til eftirlønaraldur.

Kundar hjá LÍV, sum høvdu ávikavist 15 og 0 ár til eftirlønaraldur høvdu, eitt avkast á 5,2% og 1,7% í 2020.
Støðan í mars var ein onnur, tí tá var talan um eina afturgongd á -8,1% hjá teimum kundum, sum høvdu 15 ár til eftirlønaraldur. Tað kann tykjast ørkymlandi, tí óvissan er stór. Tó hevur LÍV eina íløgusamanseting, sum inniheldur fleiri íløguflokkar við tí endamáli at spjaða váðan.


Seinastu árini hevur LÍV arbeitt miðvíst við at tillaga sína íløgusamanseting við atlit til kundan, og tað hevur havt eina positiva ávirkan á 2020. Hetta arbeiðið heldur fram í 2021.


LÍV fer at skifta kjarnuskipan í 2021. Í tí sambandi fara kundarnir seinni í 2021 at fáa møguleikan sjálvir at velja váðaprofil. Tað hevur verið ein eftirspurningurin frá kundunum, og við nýggju skipanini verður tað møguligt. LÍV fegnast um at kunna ganga hesum ynski frá kundunum á møti.


Eisini verður ein nýggjur kundaportalur mentur í sambandi við nýggju kjarnuskipanina.


09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
11. januar 2024
Tað er vorðið enn bíligari at vera kundi í LÍV
31. august 2023
P/­F Fakfelag hevur keypt LÍV
Sí fleiri