Tíðindaskriv og kunning

Erika Egholm 45 ára starvsdag á LÍV

06. oktober 2021

Erika hevði sín fyrsta starvsdag á Føroya Lívstrygging tann 1. oktober í 1976.

Erika hevði sín fyrsta starvsdag á Føroya Lívstrygging tann 1. oktober í 1976. Hon byrjaði sum næmingur og lærutíðin var tá 3 ár.

Hesi 45 árini hevur Erika arbeitt ymsa staðni í felagnum, og eitt ár starvaðist hon eisini hjá Baltica í Danmark. Seinastu 22 árini hevur Erika arbeitt á skaðadeildini.

Á LÍV er ikki óvanligt at hava ein drúgvan starvsaldur, tó er ongin sum hevur verið í starvi líka leingi sum hon.

Vit takka Eriku fyri hesi 45 árini og gleða okkum til fleiri góð ár. 

 


09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
11. januar 2024
Tað er vorðið enn bíligari at vera kundi í LÍV
31. august 2023
P/­F Fakfelag hevur keypt LÍV
Sí fleiri