Tíðindaskriv og kunning

LÍV ger íløgur í grøna orkuskiftið

02. november 2021

Eftirlønarfelagið hjá flestu føroyingum vil vera við í stríðnum fyri at gera heimin grønari og burðardyggari til eftirkomarnar, og tí er ætlanin hjá LÍV at gera íløgur fyri góðar 300 mió krónur fram til 2030

Næstu árini flytur eftirlønarfelagið, LÍV, seg yvir á eina burðardyggari og grønari leið. Hetta verður gjørt við at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið gjøgnum altjóða samstarv.

Øll vilja vit lata okkara eftirkomarum heimin í betri standi, enn tá vit tóku við. LÍV vil gera sítt til, at vit fáa ein burðardyggari heim - bæði lokalt og globalt. Tí hevur LÍV sett sær fyri at áhaldandi økja um íløgurnar í grønu og burðardyggu broytingina.

LÍV hevur longu gjørt íløgur í grøna orkuskiftið bæði í Føroyum og í altjóða verkætlanum, sum eru við til at flyta okkum fram á eina burðardyggari og grønari leið. Vit tosa serliga um íløgur í skiftið frá verandi orkukeldum til grønari og burðardyggari orkukeldur so sum vindorku – bæði á landi og sjógvi – sólorku og gagnýtslu av burturkasti. Eisini hesar íløgur skulu økjast, og tí miðjar LÍV eftir at gera burðardyggar og grønar íløgur upp í tilsamans 330 mió. krónur fram til 2030.

Limur í CIC
At gera heimin burðardyggari og grønari er eitt alheims mál, og hesum røkka vit best, um vit lyfta í felag. Tí er LÍV vorðið partur av altjóða felagsskapinum, Climate Investment Coalition, sum hevur til endamáls at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið fram til 2030.

“Vit á LÍV fegnast um at vera við í strembanini eftir at venda gongdini á umhvørvisøkinum við at økja um grønu íløgurnar fram til 2030. LÍV fegnast somuleiðis um, at tað kann gerast ígjøgnum ein sterkan, altjóða felagsskap sum CIC”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, sum hevur virkað á føroyska eftirlønarmarknaðinum síðani 1967.

Her er leinkja til ensku útgávuna av lýsingini, sum varð víst á fundinum: Sí filmin her

(Leinkja til føroysku útgávuna her)


22. apríl 2024
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
22. apríl 2024
33 nýggjar íbúðir á Argjum
09. apríl 2024
Marknaðarkunning fyri mars 2024
04. apríl 2024
INNKALLING - til eykaaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
04. apríl 2024
INNKALLING - til ársaðalfund í Umboðsráð­num LÍV (Ognarfelagið LÍV)
18. mars 2024
Marknaðarkunning fyri februar 2024
12. mars 2024
30 og 10 ára starvsdagar á LÍV
30. januar 2024
Tíðindarskriv frá Tryggingareftirlitinum
Sí fleiri