BREXIT KANN GERAST VERULEIKI

  • 17 Jun 2016
  • - LÍV

Virðisbrøvini góvu góðan vinning í mai, men um hálvan juni tóku partabrøvini veruliga vandan fyri einum Brexit til sín, og lutfalsliga stórar lækkingar sóðust á serliga evropiskum partabrøvum. Hetta fær sannlíkt amerikanska miðbankan at útseta teirra rentuhækking í dag 15. juni. Marknaðirnir fara tó at halda ondini til 23. juni, tá bretar atkvøða um, hvørt tey skulu vera verandi í ES ella ikki. Allur heimurin bíðar við spenningi eftir avgerðini.


SERA GÓÐUR MAI


Samanumtikið gjørdist vinningurin á virðisbrævaíløgunum hjá LÍV sera góður í mai. Bæði íløgan við hægra váðanum og íløgan við lægra váðanum góvu góðan vinning. Íløgan við hægra váðanum gav ein vinning á 1,13% í mánaðinum og íløgan við lægra váðanum ein vinning á 0,59%. Síðani árbyrjan hava hesar báðar íløgurnar givið ávíkavist 1,97% og 1,29% í vinningi. Besta vinningin í mai stóðu partabrøvini fyri, við heili 3,59% soleiðis, at partabrævahallið síðani ársbyrjan, nú er lækkað í 0,30%. Donsku lánsbrøvini stóðu seg eisini væl í mai við vinningi á 0,59%. Síðani ársbyrjan hava donsku lánsbrøvini tí givið vinning á 2,44%. Hóast ”onnur lánsbrøv” einans góvu vinning á 0,30% í mai, hava hesi staðið seg best síðani ársbyrjan, tí samlaði vinningurin av hesum lánsbrævabólkinum er nú 4,20% og tað er sera gott.


FÍGGJARMARKNAÐIRNIR HALDA ONDINI


Seinastu vikurnar hava serliga tvey viðurskifti stolið allar yvirskriftir. Talan er um komandi rentuhækkingina í USA og atkvøðugreiðsluna í Bretlandi um, hvørt bretar skulu vera verandi í ES ella ikki – eisini rópt Brexit. Møgulig rentuhækking var eisini á breddanum í undanfarna Marknaðarinnliti, men síðani tá, eru vánalig tøl kunngjørd um arbeiðsmarknaði í USA. Í kvøld 15. juni verður so rentufundurin í USA, har avgerðin um rentan verður hækkað á hesum sinni, skal takast. Sannlíkindið er at kalla einki fyri hesum, men óansæð verður áhugavert at hoyra niðurstøðuna frá rentufundinum, tí hendan fer at geva ábendingar um komandi rentuavgerðir. Herumframt verður nýggj meting um amerikanska búskapin kunngjørd.

Ein av orsøkunum til, at rentuavgerðin er sera ósannlík er, at Brexit veruliga hevur sett neiligan dám á partabrævamarknaðirnar seinastu dagarnar. Atkvøðugreiðslan nærkast, hon verður 23. juni, og meiningsmátingar vísa, at tað helst verður sera tepurt, hvørt ja- ella nei-vongurin fer at vinna. Hetta hevur ført við sær ótta á virðisbrævamarknaðunum og fríggjadagin 10. juni var sera týðuligt, at evropiskir íleggjarar, í stóran mun, seldu partabrøv og keypti tryggaru týsku og donsku lánsbrøvini í staðin. Úrslitið var, at eitt nú donsk partabrøv lækkað tríggjar dagar á rað og at lánsbrævarenturnar settu nýggj lág met.


ØLL BÍÐA EFTIR BRETUM


Í undanfarna Marknaðarinnliti skrivaðu vit um, at sannlíkindið fyri einari rentuhækking í USA var økt, men at støðan í Bretlandi kundu útseta hækkingina. Hetta er júst vorðin støðan og tað vísir eisini, hvussu skjótt fíggjarviðurskifti broytast. Um góða viku kenna vit bretska úrslitið. Atkvøða bretar NEI verður óttast, at kaos kann valda á marknaðunum dagarnar eftir valið. Evropisk partabrøv lækka væntandi av hesum, men av tí at tey eru lækkaði lutfalsliga nógv um hálvan juni, kann lækkingin gerast minni, enn áður væntað. Íleggjarar flýggja tá í trygg lánsbrøv og renturnar á hesum fara tá at seta nýggj lág met. Evran fer samstundis at vikna, men danska krónan kann styrkna somikið, at danski tjóðbankin noyðist at seta tiltøk í verk, fyri at halda støðið mótvegis evruni, ið er avtalað í sokallaða ERM2 avtaluni millum ES og Danmark. Atkvøða bretar hinvegin JA, verður mett, at partabrøvini fara at hækka munandi og at farna lækkingin verður vunnin aftur. Renturnar, ið eru lækkaðar munandi farnu dagarnar, skulu finna gamla støðið aftur og fara tí at hækka. Óansæð hvat bretar atkvøða kann væntast, at næstu dagarnir verða spennandi við skiftandi marknaðum.

Brexit kann gerast veruleiki

Share on :