Inngjalds-trygging
Varðveit títt eftirlønarinngjald og tryggingar hóast arbeiðsorkan verður skerd vegna óarbeiðsføri.
Inngjaldstrygging í samband við óarbeiðsføri
Inngjaldstrygging tekur við, um arbeiðsorkan vegna óarbeiðsføri verður skerd við 2/3 ella meira.
Gjaldið fellur burtur 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.
Eftir hetta rindar LÍV gjaldið, so leingi óarbeiðsføri stendur við.
Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gjørdu tryggingaravtaluna.
Oyðublað
Við óarbeiðsføri ber til at boða frá her
Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunnu viðgera málið.
Skriva til okkara
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð.
Eisini ber til at ringja til okkum á tlf.: 31 11 11 ella støkka inn á gólvið.