LÍV í vøkstri

  • 13 May 2016
  • - LÍV

Vit ynskja at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina lívstrygging ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirløn. Felagið hevur 22.480 eftirlønarkundar og 18.300 kundar við samlagstryggingum.

 

Kundarnir fáa vinningin

Vit hava deilt vinningin millum allar kundar okkara í skjótt 50 ár, og aftur í 2015 verða 10,3 mió. krónur lutaðar út til kundarnar.

Eginognin hjá felagnum verður styrkt við 4,3 mió. kr. eftir skatt. Vit síggja dagliga í okkara virksemi, at vit gera mun, og okkara mál og strategi fyri komandi árini er at halda áfram at virka fyri eini øktari virðisøking til einstaka kundan. Við góðari ráðgeving til okkara kundar og við kappingarførum tænastum til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar umsita vit í dag umleið 65% av eftirlønarmarknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit, sum okkara 28 dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara, og sum sæst aftur í okkara skynsama íløgupolitikki, har vit minka um váðan á íløgunum, so hvørt viðskiftafólkini nærkast eftirlønaraldri.

Árið 2015 hevur verið avbjóðandi á íløguøkinum. Teir kundar, sum hava lagt um til marknaðarrentu, hava fingið tilskrivað eitt avkast uppá millum 2,22 og 2,84%. Avkastið er tengt at, hvussu leingi tað er, til kundin røkkur eftirlønaraldri. Lága rentustøðið á alheims fíggjarmarknaðinum er ein avbjóðing fyri øll lívstryggingarfeløg. Tí arbeiðir samtakið áhaldandi við at hava ein so lágan íløgukostnað sum gjørligt,soleiðis at meira verður eftir til eftirlønaruppsparingina. Vit hyggja áhaldandi eftir nýggjum íløgumøguleikum – eisini í Føroyum. Av samlaðu íløguognunum hjá felagnum er føroyski parturin øktur úr 3,7% í 2014 til knøpp 6% í 2015.

Innlit

Vit dylja ikki umsitingargjaldið, men vísa greitt, hvat tað kostar at vera limur og fáa fullan ágóða. Við umlegging til forskatting av eftirløn valdu vit í 2012 at leggja umsitingargjaldið á eina legu, sum sigur 6% av inngjaldinum umframt 300 kr. árliga, og hesa upphædd halda vit fast um. Sparsemi í umsiting og fyrisiting merkir størri vinning og avkast til okkara limir, og tað er ein málsetningur eins væl og eitt lyfti, vit ynskja at halda fast í. Kostnaðurin fyri hvønn tryggjaða var 808 kr. í 2015, ið er tað lægsta nakrantíð. Eitt trygdargott útgjald Útgoldnar veitingar vóru útvið 60 mió. kr. í 2015. Meginparturin av hesum eru útgjøld í sambandi við pensionering og samlagstrygging. Aðalfundur í Lív-samtakinum Roknskapurin hjá Tryggingarfelagnum LÍV varð góðkendur á aðalfundinum hjá LÍV-samtakinum tann 27. apríl 2016. Roknskapur felagsins og hjá samtakinum er at finna á heimasíðu felagsins liv.fo

Kundarnir fáa vinningin

Share on :