Val í Evropa og pengapolitikkur á skrá

  • 22 Dec 2016
  • - LÍV

Marknaðarinnlit - Desember 2016

Val í Evropa og pengapolitikkur á skrá

Komandi forsetin í USA hevur boðað frá fíggjarpolitiskum inntrivum, ið hava fingið heitið Trumponomics. Júst Trumponomics fer at ávirka, um amerikanski miðbankin (Fed) fer at tálma fíggjarpolitiskt í 2017, eins og boðað var frá 14. desember, ella ikki. Umframt, at hetta fer at seta dám á fíggjarmarknaðirnar í 2017, verður eisini val í týðandi evropiskum londum. Úrslitið av valunum kann avgera framtíðina hjá ES. Órógv kann tí stundum væntast, og nógvu tíðandi hendingarnar bera boð um, at spennandi fíggjarár er í væntu.

 

Partabrøvini høvdu ein hampuligan mánaða

Tað hevur ikki skortað við tíðindum, ið hava ávirkað fíggjarmarknaðirnar, seinastu tíðina. Av somu orsøk, er eisini munur á, hvussu ymisku íløguflokkarnir stóðu seg í november. Eftir ein heldur truplan oktober, stóðu partabrøvini seg aftur væl í november við einum vinningi á 1,58%. Hetta merkir, at tað aftur er samlaður vinningur á partabrøvunum síðani ársbyrjan. Hesin er á 0,49%. Bæði donsku og ”onnur” lánsbrøv høvdu hinvegin hall í november. Hallið var á ávikavist 0,41% og 0,56% og stavar frá rentuhækkingini, ið er komin í kjalarvørrinum av, at Trump vann forsetavalið í USA. Síðani ársbyrjan hava hesir báðir íløguflokkar tó enn góðan vinning á ávikavist 3,30% og 5,94%. Samlað hevur íløgan við hægra váðanum nú vinning á 2,71%, hóast hall var á 0,17% í novembur, og íløgan við lægra váðanum hevur vinning á 2,23%. Hendan varligara íløgan hevði vinning á 0,32% í novembur.

 

Nýggja orðið í 2017 verður Trumponomics

Sum greitt er frá áður, ætlar komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, at reka sera stimbrandi fíggjarpolitikk. Orðasnillingar hava júst doypt komandi fíggjarpolitikk Trumps fyri Trumponomics og júst væntaða Trumponomics er orsøkin til, at longu renturnar eru hækkaðar lutfalsliga nógv seinasta mánaðin. Eisini miðbankarnir báðumegin Atlantshavið, ECB í Evropa og Fed í USA, hava havt týðandi fundir seinastu dagarnar. ECB hevur avgjørt at leingja teirra uppkeyp av lánsbrøvum til desember 2017 og at breiðka um, hvørji lánsbrøv kunnu keypast. Sera avgerandi er eisini metingin hjá ECB um, at vandin fyri negativari inflatión er av og at inflatiónsútlitini eru betraði, hava týdning. Hendan metingin er stimbrandi fyri hækkandi lánsbrævarentum í Evropa, tí ov lág inflatión hevur verið ein tann størsti trupulleikin í Evropa og verið tað, ið ECB hevur barst ímóti. Sera avgerandi rentufundur var eisini í USA 13. og 14. desember. Júst sum væntað hækkaði Fed leiðandi rentu teirra við 0,25% til talstrekkið 0,50%-0,75%, so hetta var eitt sokallað non-event. Sera áhugavert var tó, at metingar Feds um talið av rentuhækkingum í 2017 varð økt úr tveimum í tríggjar og tey fara væntandi eisini at hækka rentuna javnt og samt, til hon nærkast 3%. Ábendingarnar um ein meira tálmandi rentupolitikk enn áður mett, fekk renturnar at hækka.

 

USA rentur ávirka Evropa

2016 er farið at halla og dúgligani verður gitt, hvat fer at seta dám á 2017. Mest týðandi hendingin verður helst, at USA fær nýggjan forseta. Fed hevur eisini boðað frá rentuhækkingum, men júst hvussu hesar fara at verða framdar, er púra tengt at Trumponomics. Stimbrar Trump búskapin í meira lagi, kann Fed hækka rentuna á leið sum væntað ella meira, men møguligt er eisini at Fed her at hækka færri ferðir enn væntað. Hvussu hesin leikur fer fram, fer at hava ávirkan á virðisbrøvini í 2017, so lítið talar fyri, at óvissa ikki fer at seta dám á partar av árinum. Sambært ECB, er inflatiónsmyndin í Evropa betrað, men eftir øllum at døma, fer ECB neyvan at hækka leiðandi rentuna í Evropa fyrr enn í 2019. Hóast hetta, kann hækkandi rentustig í USA trýsta rentustigið í Evropa upp, í ávísan mun. Í 2017 verða vit klókari viðvíkjandi Brexit, um hetta yvirhøvur gerst veruleiki, og val verður í týðandi evropisku londunum Týsklandi, Italia, Fraklandi og Hollandi. Hóast Týsklandi stendur sum ein klettur í Evropa, so er møguligt, at úrslit av valunum í hinum londunum fer at seta spurnartekin við ES og evrusamstarvið. Hetta kann skapa órógv á fríggjarmarknaðunum. 

Orðasnillingar hava júst doypt komandi fíggjarpolitikk Trumps fyri Trumponomics og júst væntaða Trumponomics er orsøkin til, at longu renturnar eru hækkaðar lutfalsliga nógv seinasta mánaðin.

Share on :