Aðalfundur í Ognarfelaginum 3. apríl 2017

  • 03 Apr 2017
  • - LÍV

Tíðindaskriv

Fyrr í árinum var umboðsráðsval til Ognarfelagið LÍV, sum eigur 50% av P/F LÍV Holding. Fyrsti aðalfundurin var hildin 3. apríl 2017 og hevur umboðsráðið skipað seg soleiðis.

Forkvinna: Selma Ellingsgaard

Næstformaður: Regin Olsen

Kassameistari: Sofus Debes  Johannesen

Tiltakslimur fyri næstformannin: Eyðdis Ellendersen

 

Á aðalfundinum valdi Ognarfelagið LÍV at instilla 2 umboð, sum vera endaliga vald  á aðalfundinum hjá P/F LÍV-Holding.

Umboðini eru:Hanna í Horni og Árni Arge 

Eitt mál á aðalfundinum var samsýningarskipan til umboðsráðslimirnar. Semja var um, at samsýnt verður við fundarpeningi í mun til teir fundir, umboðsráðið hevur. Tað verður Januar, Løggilt Grannskoðaravirki P/F, sum kemur at taka sær av grannskoðanini hjá Ognarfelagnum LÍV.

Næsta uppgávan hjá ognarfelagnum verður í samráð við P/F Fakfelag,   at velja forkvinnu/-mann til nevndina í P/F LÍV Holding, sum telur 5 fólk. P/F Fakfelag og Føroya Landstýrið eiga hin helmingin av P/F LÍV Holding.

 

Aðalfundurin í P/F LÍV-Holding verður 20. apríl 2017.

Forkvinna í Umboðsráðnum er Selma Ellingsgaard.

Share on :