TÍÐINDASKRIV - Ársaðalfundur í P/F LÍV lívs- og pensiónstryggingarfelag

  • 21 Apr 2017
  • - LÍV

Ársaðalfundur varð í gjár tann 20. apríl hildin í P/F LÍV lívs- og pensiónstryggingarfelag. Á ársaðalfundinum varð ársfrásøgnin fyri 2016 góðkend.

Tryggingargjøldini til felagið vóru í árinum 39 mió. kr. í mun til 44,5 mió. kr. í 2015. Við tað at felagið ikki longur teknar nýggjar tryggingar fara inngjøldini at minka og útgjøldini at vaksa. Útgoldnar vóru í árinum 106 mió. kr. í mun til 98,4 mió. kr. í 2015. Av útgjøldunum í árinum eru 93 mió. kr. eftirlønargjøld meðan restin eru útgjøld í sambandi við tryggingar.

Úrslitið av íløguvirksemi felagsins gjørdist 78 mió. kr. Íløguognirnar hjá samtakinum vóru við ársenda 2016 2,4 mia. kr. Felagið miðjar eftir, at føroysk eftirlønaruppsparing skal verða virkin í Føroyum og við ársenda 2016 hevði felagið gjørt íløgur í Føroyum fyri tað, ið svarar til á leið 25% av skrásettu ognunum hjá felagnum og tað er ein øking í mun til undarfarna ár.

Á ársaðalfundinum varð eisini nevndarval á skránni og í nevndini fyri Lív lívs- og pensiónstryggingarfelag sita nú Finn Danberg, Gunnleyg Árnafjall, Kári Petersen og Høgni Olsen. Nevndin hevur skipað seg við Finn Danberg sum formanni.

 

Ársfrásøgnin 2016 er at finna á undir varðanum “UM LÍV”

Útgoldnar vóru í árinum 106 mió. kr. í mun til 98,4 mió. kr. í 2015.

Share on :