Í meira enn hálva øld hevur LÍV tryggjað føroyingar á landi og sjógvi.
Kundin eigur LÍV og verður vinningurin borin aftur við góðum tryggingum, lágum rakstrarkostnaði og munagóðum avkasti á pensjónsuppsparingini.
Flestu okkara eru sera umhugsin, tá hús, bilur, innbúgv og aðrar ognir skulu tryggjast.
Vit gloyma til tíðir, at tað eru vit, sum persónar, ið borga fyri teimum umstøðum vit liva í.
Missur av ognum er harmiligur, men rakar neyvan líka hart sum missur av arbeiðsorku ella um makin fellur frá.

Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum hava vit varðveitt støðuna sum Føroya sterkasti pensjónsveitari.
Kundin eigur LÍV. Vinningurin verður borin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á pensjónsuppsparingini.
Tryggingin er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá.
Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar sum samlagstrygging. Tað vil siga, at hesar tryggingar verða teknaðar í einum stórum felags bólki. Hetta gevur betri javnvág, tá hugsað verður um skaðagongd og prísáseting.
Hjá okkum fær kundin ágóðan, tá avlop er í bólkinum. Grundað á samansetingina hevur LÍV seinastu árini lækkað upprunaliga prísin við 40%.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð.
Eisini ber til at ringja til okkum á tlf.: 31 11 11 ella støkka inn á gólvið.