fo / en

Starvsfólkatrygd

Tín fyritøka kann gerast virkin partur av einum størri trygdarnneti við at tekna eina felagstrygging fyri starvsfólkini

Fá eitt óbindandi prát við ein av okkara tryggingarráðgevum, fyri at finna fram til hvørjir møguleikar eru.
Hetta verður gjørt uttan stovningarkostnað.

Lívstrygging

Lívstrygging er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá áðrenn fylta pensjónsaldur.
Goldið verður út til næsta avvarðandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

Úgjaldið er skattafrítt

Ávísar hættisligar sjúkur

Trygging í samband við ávísar hættisligar sjúkur veitir eitt skattafrítt útgjald, um tú ella børn undir 18 ár verða rakt av ávísari hættisligari sjúku.
ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er tú, sum gert av, hvussu upphæddin verður brúkt.
Útgjaldið er skattafrítt.

Óarbeiðsføri

Óarbeiðsføri kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint. tí bjóða vit eina óarbeiðsføristrygging, sum kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til.
Fellur til útgjaldingar, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira.
Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.
Árliga upphæddin verður goldin út í mánaðarligum veitingum.
Útgjaldið er skattafrítt.

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. 

LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Gjensidige forsikring í Danmark.

Hvørja loysn skalt tú velja?

Tað er ymiskt hvør tørvurin er og hann kann broytast fleiri ferðir ígjøgnum lívið.
Fá eitt óbindandi prát við okkum um júst tín tørv.

Lívstrygging

Mánaðargjald

100 kr.

150 kr.

200 kr.

15 – 49 ár

500.000 kr

750.000 kr

1.000.000 kr

50 – 54 ár

400.000 kr

600.000 kr

800.000 kr

55 – 67 1/2 ár

300.000 kr

450.000 kr

600.000 kr

Ávísar hættisligar sjúkur

Mánaðargjald

62,50 kr.

100 kr.

15 – 49 ár

125.000 kr

750.000 kr

50 – 54 ár

125.000 kr

600.000 kr

Óarbeiðsføristrygging

Mánaðargjald

390 kr.

252 kr.

168 kr.

Árlig upphædd

92.800 kr.

60.000 kr.

40.000 kr.

Viðgerðartrygging

Tryggjar skjóta og dygdargóða viðgerð

Gevur atgongd til sjúkuavgerð, skurviðgerð ella aðra hóskandi viðgerð

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.