fo / en

Felag Tænastumanna Landsins

VÆLKOMIN

Felag Tænastumanna Landsins bjóðar limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV. Avtalan er galdandi fyri virknar limir og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Fyrivarni Fært tú heilsutreytaða veiting, eitt nú frá øðrum tryggingarfelag, ella almannaveiting við atliti at stuðla undir ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, t.d. Tillagað starv ella Arbeiðsbúgving, hevur tú skyldu at boða okkum frá. Um tú ikki hevur boðað okkum frá, er sannlíkt, at tryggingarnar ikki taka við.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

  • við deyða
  • við ávísum hættisligum sjúkum
  • ískoyti til hoyritól

Tryggingarskeiðið er fram til fólkapensjónsaldur.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

TILSKILAN

Við deyða í tryggingarskeiðinum, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan. Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. „Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn, verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at
seta teg í samband við
okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað. Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð. Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku. .

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um
 ella børn undir 18 ár
verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.

LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.

Endurgoldið verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri. Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið, so leingi óarbeiðsførið stendur við, tó í mesta lagi í trý ár. .

Við deyða
Skattafrí upphædd

15-fólkapensjónaldur

kr. 600.000

Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd

Limur

kr. 250.000

Til børn u/18 ár

kr. 250.000

Við óarbeiðsføri
Skattafrí upphædd

LÍV rindar tryggingargjald

Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara “Mítt LÍV” fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

LÍV Pensjón

Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.

Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.

Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing.

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00