fo / en

Author: angela@liv.fo

  • Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Marknaðarkunning fyri mars 2025

    Ógvuslig partabræva- og rentuføll í mars og fyrst í apríl

    Altjóða partabrøv fullu heili 7,5 prosent í mars, og lækkingin heldur fram fyrst í apríl. Harvið er
    samlaða kursfallið síðani ársbyrjan komið upp á 15,9 prosent. Kurstapini hava verið størst á
    amerikonsku partabrøvunum, eins og ein lægri dollari eisini hevur togað tøknipartabrøv og
    konjunkturviðbrekin partabrøv niður. Partabrøv, sum ikki eru so árinilig av búskaparligum
    sveiggjum, umframt value-partabrøv, hava minstu virðislækking.

    Hinvegin er kursurin á tryggu ríkis- og realkreditlánsbrøvunum farin upp, tí at bæði longu og
    stuttu renturnar lækka. Fjálturin á marknaðinum hevur so líðandi eisini breitt seg til
    virkislánsbrøv, men her er tó talan um sera avmarkað tap.

    Prísurin á rávørum sum til dømis olju, kopari, gulli og silvuri er lækkaður nógv.

    Hví? Ótti fyri handilskríggi og altjóða búskaparligari afturgongd

    2.apríl hækkaði Donald Trump, forseti í USA, tollin á øllum vørum, sum verða innfluttar til USA,
    rættiliga nógv meira enn væntað. Kina hevur svarað aftur við líka høgum revsitolli á
    amerikanskar útflutningsvørur til Kina, meðan ES er á trappusteininum við sínum aftursvari til
    USA.

    Alt hetta økir um vandan fyri einum altjóða handilskríggi og einum altjóða búskaparligum
    niðurtúri við negativum BTÚ-vøkstri, minni inntøkum til fyritøkur og inflatión og vaksandi
    arbeiðsloysi. Tollhækkingin hevur sama virknað á amerikanskar brúkarar sum ein
    skattahækking. Samstundis steðgar nógv virksemi í fyritøkum upp, tí fyritøkurnar bíða eftir, at
    greiða er fingin á óvissuni um altjóða handilsskipanina.

    Tí eru allir búskaparfrøðingar samdir um at tess longri tíð óvissa er um handilskríggj og revsitoll,
    tess størri verður skaðin á búskaparliga vøksturin og inntøkurnar hjá fyritøkunum.

    Hvat nú? Møguligar avtalur millum USA, Kina og ES í brennidepilin

    Næstu tíðina verður sjóneykan tí sett á, um avtalur kunnu gerast millum tey trý búskaparligu
    stórveldini, sum aftur kunnu minka um óvissuna. Tað hevði verið sera positivt fyri
    partabrævamarknaðin, virkislánsbrøvini og rávøruprísirnar.

    Beint nú eru ongar ábendingar um vælvild frá Trump-stjórnini, men nógvir íleggjarar vóna, at
    trýstið frá einum alsamt ónøgdari vinnulívi í USA og republikanskum politikkarum fer at fáa
    Trump at umráða seg og lækka tollin aftur.

  • INNKALLING – til ársaðalfund í Umboðsráðnum LÍV

    INNKALLING – til ársaðalfund í Umboðsráðnum LÍV

    INNKALLING – til ársaðalfund í Umboðsráðnum LÍV (Ognarfelagið LÍV)

    Við hesum verður innkallað til ársaðalfund hjá Umboðsráðnum LÍV týsdagin tann 22. apríl 2025, kl. 10.00 á Hotel Hilton Staravegur 13, 100 Tórshavn.

    Dagsskráin er sambært § 17 í viðtøkunum.

    Til ber at tilmelda seg til aðalfundin við at senda ein teldupost til emilia@liv.fo. Freist at melda seg til aðalfundin sambært § 6, stk. 2 í viðtøkum felagsins er 14. apríl kl. 10:00.

    Formansskapurin í Ognarfelagnum LÍV

  • Set dám á nýggja bygningin á Óðinshædd

    Set dám á nýggja bygningin á Óðinshædd

    Í næstum flyta vit í nýtt høvuðssæti á Óðinshædd.

    Tí skipa vit fyri eini navna- og búmerkjakapping. Hevur tú uppskot um, hvussu nýggja høvuðssætið á Óðinshædd skal eita ella uppskot um búmerkið, ið skal prýða bygningin, hevur tú møguleika at royna teg í kappingini.


    Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu og ovastu hæddina, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell, sum passar væl til smærri feløg og fyritøkur.

    Vit kunnu hugsa okkum, at bygningurin hevur eitt stutt og fangandi navn, og eitt búmerki, sum hóskar væl til virksemið í bygninginum.

    Øll kunnu vera við í kappingini, og einki mark er fyri, hvussu nógv uppskot tú kanst senda inn. Tað er ongin treyt at hava uppskot um bæði navn og búmerki. Tú kanst senda uppskot um navn, um búmerki ella bæði tvey.

    Virðisløn upp á kr. 5.000 verður latin fyri besta navn og 5.000 kr. fyri besta búmerki.

    Ein dómsnevnd verður sett til at meta um uppskotini.

    Dómsnevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum uppskotini – eisini til einki at velja, umframt at tillaga og/ella samanseta ymisk uppskot.

    Send títt uppskot við frágreiðing til kapping@liv.fo áðrenn 14. apríl 2025.

    Upplýs navn, bústað og telefonnummar í teldupostinum.

    Ert tú við í kappingini, gevur tú LÍV samtakinum varandi loyvi til at nýta, broyta og almannakunngera navnið, búmerkið og møguligt tilhoyrandi tilfar (so sum lýsingar ella frágreiðingar) uttan samtykki ella endurgjald.

  • Eru tit tryggjaði rætt?

    Eru tit tryggjaði rætt?

    Eru tit rætt tryggjað, um lívið skuldi háttað seg øðrvísi enn ætlað?

    Ognarmissur er harmiligur, men rakar ikki líka hart, sum um makin fellur frá.

    Tað kann gerast ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri familjuna.

    Við eini tilskilan ásetir tú, hvør hevur rættin til útgjaldið, um tú brádliga skuldi farið hiðani.
    Á kundaportalinum Mítt LÍV sært tú, hvør er skrásettur í tíni tilskilan.

    Tú kanst broyta tína tilskilan her.

    Hoyr um Jens og Kristinu í filmsbrotinum:

  • Marknaðarkunning fyri februar 2025

    Marknaðarkunning fyri februar 2025

    Frá positivum avkasti í januar og februar til kursfall fyrst í mars
    Í januar og februar 2025 vóru avkøstini á bæði parta- og lánsbrøvum positiv, men í mars
    gekk tað skjótt hinvegin við kursfalli. Fíggjarmarknaðarnir broytast í heilum, og tað kann
    henda fleiri ferðir í einum ári, at marknaðurin soleiðis gongur upp og niður.
    Altjóða partabrøv kastaðu 2,3 prosent av sær fyrstu tveir mánaðirnar í ár, og eftir ein góðan
    februar mánað vuksu donsku partabrøvini við 4,2 prosentum, meðan norðurlendsku
    partabrøvini vuksu heili 10 prosent. Umframt norðurlendsku partabrøvini eru evropeisk og
    kinesisk partabrøv eisini vaksin nógv, meðan stóru amerikonsku tøknipartabrøvini – tey
    sokallaðu Magnificent-7 – sum hava kastað serstakliga nógv av sær seinastu árini – eru
    fallin.
    Fallið í dollaranum hevur eisini togað avkastið á partabrøvum niður, tí amerikonsk partabrøv,
    sum verða keypt og seld í dollarum, telja 65 prosent av heimsvísitalinum fyri partabrøv.
    Rentan, serliga á stytru lánsbrøvunum, fall nakað við ársbyrjan. Og hóast metlága meirrentu
    samanborið við tryggu ríkislánsbrøvini, so var stórur eftirspurningur eftir vinnulánsbrøvum.
    Hesi viðurskifti høvdu við sær avkøst upp á 0-2,6 prosent á teimum ymsu lánsbrøvunum.
    Í mars er gongdin vend. Nú er kursfall á bæði parta- og lánsbrøvum, og góðu avkøstini við
    ársbyrjan eru vorðin negativ. Samstundis hava broytingar verið serliga á
    partabrævamarknaðunum, soleiðis at onnur partabræv klára seg best nú; t.d. evropeisk,
    kinesisk, virðispartabrøv ella value-partabrøv og verjupartabrøv, t.e. partabrøv, sum ikki eru
    so árinilig av búskaparligum sveiggjum, meðan serliga tey stóru amerikonsku
    tøknipartabrøvini nú toga niðureftir.

    Hví? Trump/Musk ruðuleiki og broytingar á partabrævamarknaðinum
    Fleiri orsøkir tykjast at vera til kursfallini og broytingarnar á partabrævamarknaðinum:

    •  Amerikanski búskapurin vísir tekin um veikleika. Tað sæst aftur á fleiri lyklatølum, og
      ymsar fyritøkur hava boðað frá, at tað ikki gongst so væl sum væntað í fyrsta
      ársfjórðingi.
    •  Ein av høvuðsorsøkunum til óvæntaða veikleikan í USA er óivað ruðuleikakendi
      búskaparpolitikkurin hjá Trump forseta, sum javnan boðar frá revsitolli. Geopolitiskt
      stevnir Trump forseti eisini móti einum samanbresti við fleiri lond, og hesin ruðuleikin
      darvar hugin hjá fyritøkum at gera íløgur og av tí sama eisini ávirkar altjóða vøksturin,
      inntøkumøguleikarnar hjá fyritøkum og harvið við eisini partabrævakursin.
    • Óvissa um vitlíki: Hóast sera góðan Nvidia-roknskap í februar, ivast íleggjarar
      framvegis í, um stóru íløgurnar, sum serliga tøkniídnaðurin í USA ger í hardware til
      rakstur av vitlíki og vitlíkismodellum, eru skilagóðar, ella um ein stórur íløgusteðgur
      liggur fyri framman.
    • Meðan bjartskygnið um USA er dalandi, batnar tað í Evropa og Kina. Ikki minst, tí at
      komandi stjórnin í CDU/CSU og SPD hevur ætlanir um ein øgiliga stóran vakstrar- og
      verjupakka í Týsklandi. Tað er tó framvegis óvist, um hesin verður samtyktur, men
      hendir tað, er tað sera positivt fyri týsk og evropeisk partabrøv.
    • Íleggjarar stremba nú eftir bíligari virðispartabrøvum – eisini kallað – valuevirðisbrøv
      uttan fyri USA, og samstundis økir óttin fyri vøkstri um áhugan fyri teimum
      partabrøvunum, sum ikki eru so árinilig av búskaparligum sveiggjum.
      Meðan óvanliga stóri, týski vakstrarpakkin gjørdi positivan mun á partabrævamarknaðin, er
      hinvegin talan um stórt rentulop og fallandi kursir á lánsbrævamarknaðinum. Verður pakkin
      gjøgnumførdur, økjast vøkstur, inflatión og ríkisskuldin í Týsklandi, og tað ávirkar
      lánsbrævamarknaðirnar skeiva vegin.

    Hvat nú? Politikkur/geopolitikkur, lyklatøl og fyritøkur í brennidepilin
    Politikkur ávirkar fíggjarmarknaðirnir serstakliga nógv í hesum tíðum, og við mongu
    útsagnunum, tollsatsum, krígnum í Ukraina v.m. í huga er sannlíkt, at hetta heldur fram
    næstu tíðina.
    Fellur ró hinvegin á, kann tað eisini sissa marknaðirnar, samstundis sum eyga verður hildið
    við, um vakstrarpakkin í Týsklandi verður samtyktur ella ikki.
    Íleggjararnir fara eisini at halda eyga við vitlíkismenningini, búskaparligu sveiggjunum og
    pengapolitikkinum hjá stóru miðbankunum næstu tíðina, og hesi fara saman við fráboðanum
    um gongdina í fyrsta ársfjórðingi frá fyritøkunum at fáa avgerandi týdning fyri komandi
    avkøstini.

  • Ert tú innanhýsis grannskoðari okkara?

    Ert tú innanhýsis grannskoðari okkara?

    Ert tú innanhýsis grannskoðari okkara?
    Arbeiðsstaður: Tórshavn, Føroyar
    Umsóknarfreist: 28. mars 2025


    Ert tú ein royndur og strategiskt hugsandi grannskoðari við góðum analytiskum evnum?
    Brennur tú fyri at tryggja høga góðsku í innanhýsis mannagongdum og stýring?
    So er hetta ein serligur møguleiki at gerast partur av einum virknum og ábyrgdarfullum eftirlønar –og
    lívstryggingarfelag í Føroyum.


    Um okkum
    LÍV er ein týdningarmikil leikari á føroyska marknaðinum og arbeiðir miðvíst fyri at tryggja okkara
    viðskiftafólkum tryggleika og fíggjarligt støðufesti. Vit leggja dent á professionalismu, burðardygd og
    gjøgnumskygni í rakstrinum.
    Um leiklutin
    Sum innanhýsis grannskoðari hevur tú ábyrgdina av at menna og fremja innanhýsis
    grannskoðanaruppgávur og at virka sum lyklapersónur fyri innanhýsis audit funkuna.
    Tú tryggjar, at LÍV fylgir lóggávu, innanhýsis politikkum og mannagongdum, og tú ert við til at
    eyðmerkja vandar og menningarmøguleikar.


    Ábyrgdarøki
    At leggja ætlanir fyri og fremja innanhýsis grannskoðanir, herundir eftirmeting av innanhýsis stýring,
    mannagongdum og skipanum.
    At skriva grannskoðanarfrágreiðingar og leggja úrslitini fram fyri leiðslu og nevnd.
    At tryggja, at felagið fylgir lóggávukrøvum og altjóða standardum fyri innanhýsis grannskoðan.
    At ráðgeva leiðsluni og samstarva við leiðsluna um váðastýring.
    At hava eftirlit við og gera frágreiðingar um samsvar við viðkomandi lóggávu og reglugerðir fyri
    pensjónir og fíggjarvirksemi.
    At vera lyklapersónur fyri audit funku felagsins og gera tað arbeiðið, sum knýtir seg at hesari funku.
    Samskifta við uttanhýsis grannskoðanina


    Førleikar
    Viðkomandi útbúgving í búskapi, roknskapi ella fíggjarviðurskiftum.
    Í minsta lagi fimm ára royndir í innanhýsis grannskoðan, revisjón ella váðastýring, helst í fíggjar- ella
    pensjónsgeiranum er ein avgjørdur fyrimunur.
    Góðar royndir og innlit í viðkomandi lóggávu.
    Sterk analytisk evni og førleikar at arbeiða sjálvstøðugt.
    Góður førleiki í skrift og talu er ein fyrimunur.


    Vit bjóða
    Ein týðandi leiklut í einum týðandi felagi í Føroyum.
    Møguleika at ávirka menningina av pensjónskassanum og tryggja høga góðsku í stýringini.
    Kappingarførar treytir og møguleikar fyri persónligari og fakligari menning.
    Eitt virkið og professionelt toymi, sum arbeiðir fyri at skapa virði fyri okkara kundar.


    Umsókn
    Send umsókn og títt lívreinsl til jan.jakobsen@liv.fo í seinasta lagi 28. mars 2025.
    Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
    Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jan Jakobsen, stjóra, á
    231110 ella jan.jakobsen@liv.fo.

  • LÍV og Norðoyra Sparikassi í nýggjan bygning

    LÍV og Norðoyra Sparikassi í nýggjan bygning

    LÍV og Norðoya Sparikassi flyta inn í nýggjan bygning á Óðinshædd í Havn. Tað er LÍV, sum letur bygningin byggja, og verður hann liðugur á sumri 2025.

    Nýggi bygningurin er í trimum hæddum. Norðoya Sparikassi og LÍV fara at leiga ávikavist niðastu og ovastu hædd, meðan miðhæddin ætlandi verður skrivstovuhotell, sum passar væl til smærri feløg og fyritøkur. Bygningurin lýkur øll nútíðarkrøv og hevur fokus verið á nýtsluna í bygninginum. Varandi orka verður nýtt til at hita bygningin, ið er bygdur við tilfari, sum krevur lítið viðlíkahald. Fyri leigaran hevur fokus verið á ljós-, luft- og ljóðviðurskifti. Arbeitt verður eisini við møguleikanum at seta sól-panel á takið.

    Virksemið hjá Norðoya Sparikassa í Havn er nógv vaksið, síðani deildin læt upp í 2007. Hóast tað er trupult at flyta, fær Norðoya Sparikassi ein tíðarhóskandi bygning, sum ikki er so langt frá núverandi staðseting.
    ”Í tilgongdini at finna nýggj høli, varð tað skjótt greitt, at bygningurin kundi nøkta tørvin hjá sparikassanum framyvir. Eisini letur nýggi bygningurin upp fyri, at kundar kunnu fáa fleiri fíggjarligar tænastur á sama stað” sigur Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa.
    LÍV hevur hildið til í Kopargøtu í nógv ár, men hevur viljað flutt inn í meira tíðarhóskandi høli til frama fyri kundarnar og starvsfólkini.

    ”Tað verður kensluborið at flyta úr Quillingsgarði, men nýggi bygningurin fer at geva felagnum nýggjar møguleikar og at bøta um atkomuligheitina til felagið” sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

    Av tí at bygningurin fer at hava ymiskar leigarar, er ætlanin at skipa fyri einari navnakapping til bygningin. Hetta skal stuðla upp undir samleikan og gera tað lættari at vita, hvar bygningurin er staðsettur og hvat virksemið verður í bygninginum.

    Meira fæst at vita við at venda sær til Arnfinnur Gudjónsson, 231112

  • Marknaðarkunning fyri Januar 2025

    Marknaðarkunning fyri Januar 2025

    Positiv byrjan upp á íløguárið 2025 við evropeiskum partabrøvum í oddanum

    2025 byrjaði væl á alheims fíggjarmarknaðum. Altjóða partabrøv kastaðu heili 3 prosent av
    sær í januar, lánsbrøv lógu um null, meðan tey váðafúsaru kreditt lánsbrøvini (vinnulánsbrøv
    og hárentulánsbrøv) høvdu avkast upp á millum 0,5 og 1,3 prosent.
    Serliga evropeisk og norðurlendsk partabrøv hava fingið góða byrjan á
    partabrævamarknaðinum í 2025. Tey vuksu við ávikavist 6,5 og 4,8 prosentum í januar.
    Partabrøv í Kina eru eisini farin væl upp í virði. Donsk partabrøv skuffaðu av nýggjum við
    einum falli upp á 0,2 prosent, men gongdin tykist at vera betri nú fyrst í februar. Tey stóru
    amerikonsku tøkni-virðisbrøvini – tey sokallaðu Magnificent-7 – sum hava kastað sera væl
    av sær seinastu árini, eru hinvegin fallin nakað.
    Á lánsbrævamarknaðinum vaks munurin millum stytru og longu renturnar í januar, av tí at
    stytru renturnar fullu eitt sindur, meðan tær longru vuksu eitt vet. Eftirspurningurin eftir
    vinnulánsbrøvum var positivur í síðsta mánaði, sjálvt um eyka rentan í mun við tey tryggu
    ríkislánsbrøvunum er nær við metlág.
    Nógvir rávøruprísir vuksu enn meira í januar, og serliga prísurin á gulli og silvuri er farin nógv
    upp.

    Hví? Trump elvir til gleði og óvissu og ófriður um vitlíki
    Hóast forsetaskiftið í USA hevur elvt til størri fíggjarliga og geopolitiska óvissu, hava
    avkøstini í januar verið góð. Hóttanir um revsitoll á handilssamstørv skapar eisini óvissu
    millum íleggjararnar. Og tað sama gera ætlanir um stórar sparingar í almenna geiranum í
    USA.
    Breið semja er um, at eitt alheims handilskríggj fer at raka heimsbúskapin meint og serliga
    partabrævamarknaðirnar. Men fyribils væntar marknaðurin, at hóttanirnar um revsitoll og
    møgulig aftursvar frá handilssamstørvunum hjá USA ikki fara at vera so galin. Hinvegin
    væntast, at Trump fer at lækka partafelagsskattin enn meira og taka burtur nógvar
    reglugerðir, sum serliga íleggjarum í partabrøv dámar væl.
    Framgongdin hjá teimum stóru tøkni-partabrøvunum í USA er uppsteðgað eitt sindur. Hetta
    kemst av sera høgari prísáseting, skuffandi roknskapum og tíðindum um, at Kina mennir
    bílig vitlíkismodell, sum kunnu máta seg við tey sera dýrt mentu amerikonsku modellini.
    Íleggjararnir óttast tí fyri, at vitlíki ikki fer at hava so nógva inntøku við sær sum væntað
    orsakað av hørðu kappingini úr Kina.
    Búskapurin í USA heldur eisini fram við at vaksa, hóast nøkur tekin um veikleikar í
    byggigeiranum. Vøksturin í evropeiska búskapinum er nakað minni, og tað sama er galdandi
    fyri inflatiónina. Tí hevur amerikanski miðbankin steðgað sínum rentulækkingum, meðan
    evropeiski miðbankin heldur fram við sínum, sum gagna stytru rentunum í Evropa og í
    Danmark.

    Alt bíðar framvegis eftir Trump
    Íleggjarar um allan heimin hava bíðað í spenningi eftir at vita, hvørjum politikki Donald Trump
    fór at koma við, eftir at hann tók við aftur sum forseti tann 20. januar. Nógv er komið fram nú,
    men framvegis valdar stór óvissa um hansara veruligu ætlanir á teimum stóru politisku
    økjunum, sum hava týdning fyri fíggjarmarknaðirnar. Hetta er galdandi fyri bæði vavið av
    almennu sparingunum, hvussu revsitollur verður brúktur móti handilssamstørvunum og
    hvussu hesi reagera. Ikki minst, hvussu ES og Kina fara at reagera.
    Sigast kann, at marknaðurin veit meira nú, men so kortini ikki. Tí politiskar útsagnir frá
    Donaldi Trump komandi tíðina fara framvegis at kunna skapa rembingar á gjaldsoyra-,
    partabræva- og lánsbrævamarknaðunum.
    Fokus verður eisini á konjunkturgongdina í USA og Evropa, á pengapolitikkin hjá Fed og
    ECB og hvussu kinesiska stjórnin handfer stígin, sum er komin í kinesiska búskapin og
    álvarsomu afturgongdina á sethúsamarknaðinum.
    Harafturat fer vitlíkismenningin kanska at fáa stóran týdning, og her eru tvær hugsandi
    støður:

    • Positiva støðan: Teir flestu tøkni-toppstjórarnir í USA halda ikki, at bílig vitlíkismodell
      úr Kina so sum Deepseek fara at undirgrava sínar møguleikar fyri vinningi. Hinvegin
      fer bíligari atgongd til vitlíkis-tøknina at økja um eftirspurningin, og harvið at halda
      bæði vinningi og partabrævakursinum uppi.
    • Negativa støðan: Nógvir tøkni-serfrøðingar og búskaparfrøðingar halda, at
      amerikonsku tøkni-risarnir gera ov nógvar íløgur í vitlíki og annað so sum teldukipp,
      dátusentur, netverk og so framvegis. Hetta kann sigast at minna um, tá ið mann seint
      í hálvfemsunum gjørdi íløgur í hópatali í internetið, sum so aftur hevði við sær
      búskaparliga niðurgongd.


    Sostatt kann væntast, at fíggjarmarknaðirnir fara at halda vakið eyga við Trump, vitlíkismenningini, konjunkturunum og pengapolitikkinum hjá teimum stóru miðbankunum, og tað
    fer at hava avgerandi týdning fyri tey avkøst, sum verða heystað næstu mánaðirnar.

  • Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV

    Tað er vorðið ENN bíligari at vera kundi í LÍV

    Vit hava ENN einaferð megnað at seta umsitingarkostnaðin niður.

    LÍV hevur sum aðalmál, at ágóðin hjá felagnum skal koma kundunum til góðar.  
     
    Felagið hevur seinnu árini bjóðað nógvum nýggjum kundum vælkomnum. Hetta ber við sær, at alt fleiri herðar eru at bera samlaðu byrðarnar.
     
    Við útgangsstøði í góðu gongdini hevur felagið enn einaferð valt at lækka umsitingarkostnaðin fyri kundarnar hjá P/F Tryggingarfelagnum LÍV, sum hava marknaðarrentuskipan, talan er um kundar við uppsparing sum er stovnað eftir 2012.
     
    Frá 1. januar 2025 lækkaði umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum til eftirløn góð 16%. Umsitingarkostnaðurin av inngjaldinum lækkar úr 3% niður á 2,5%. Spardi umsitingarkostnaðurin verður lagdur afturat eftirlønaruppsparingini hjá kundanum, soleiðis at meira verður eftir til eftirlønina, tá ið kundin fer av arbeiðsmarknaðinum. Fasta árliga gjaldið verður óbroytt kr. 150.
     
    Síðani 2016 er umsitingargjaldið av árliga inngjaldinum lækkað úr 6% niður á 2,5%, ímeðan árligi fasti kostnaðurin er lækkaður úr kr. 300 niður á kr. 150.

    Alt gera vit, so tú kanst hugsavna teg um títt LÍV.

  • Marknaðarkunning fyri desember 2024

    Marknaðarkunning fyri desember 2024

    Negativur endi á 2024, sum var eitt positivt íløguár, men stórir munir á
    avkøstum

    Eitt megnar partabrævaár, sum hevur givið upp í 25% í avkasti á
    alheimspartabrøvum endaði við einum lítlum kursfalli í desember upp á 0,4%. Men
    hetta lítla fallið fevnir tó um stóran vøkstur í nøkrum fáum amerikonskum tøkni-partabrøvum, tey sonevndu Magnificent-7, og annars kurstap í stórum pørtum av
    restini av marknaðinum.

    Donsk partabrøv høvdu enn ein vánaligan mánað, har tey vórðu drigin niður av
    einum stórum falli í Novo-partabrævinum og endaðu desember við einum falli upp á
    3,9%. Um hugt verður at øllum 2024, endaði avkastið við einum lítlum minusi upp á
    0,6% ella heili 33 prosentstig lægri enn avkastið hjá ársins vinnara, teimum
    amerikonsku partabrøvunum. Hetta er annað árið á rað, at donsk partabrøv liggja so
    langt aftanfyri.

    Í USA eru longu renturnar løgið nokk farnar upp, síðani amerikanski miðbankin Fed, í
    heyst fór undir at lækka stuttu rentuna. Rentuhækkingin í USA hevur lutvíst smittað
    renturnar í Evropa og Danmark, og tí var avkastið á lánsbrøvum eisini negativt í
    desember. Undantakið er váðafullu vinnulánsbrøvini, tey sokallaðu high yield – lánsbrøvini, sum kastaðu eitt lítið pluss av sær.

    Hví? Bjartskygni um vitlíki, nýggj inflatión og skuldarófriður, ”Trump-handilin”
    steðgar upp

    Amerikanski búskapurin heldur fram við at yvirraska positivt við størri vøkstri og fleiri
    nýggjum arbeiðsplássum enn væntað. Samstundis er inflatiónin farin at vaksa aftur,
    eftir at hon annars var fallin nógv – so nógv, at hon nærkaðist málinum hjá Fed, sum
    er at tola príshækkingar upp í mesta lagi 2% um árið. Inflatiónin í USA veksur í løtuni
    2,7%, og pílurin peikar uppeftir.

    Vakstrar- og inflatiónstølini, ið eru hægri enn áður væntað, minka um álitið á, at Fed
    framhaldandi fer at lækka stuttu renturnar, sum tey annars hava sagt seg vænta at
    gera í 2025. Hetta trýstir renturnar upp. Rentan hækkar eisini orsakað av stúranini
    fyri skuldarstøðuni í USA. USA koyrir í hesum árum við risastórum halli á
    fíggjarlógini, sum vanliga bara síggjast í kreppu- ella krígstíðum. Til tess at fíggja
    stóra holið í fíggjarlógini skulu nógv statslánsbrøv seljast á marknaðinum.

    Hægri rentur hava við sær, at marknaðarvirðið á verandi lánsbrøvum fellur, og verða
    lánsbrøvini sostatt bíligari at keypa og meira lokkandi samanborið við partabrøv. Tí
    eru rentuhækkingarnar eisini farnar at tálma partabrævavøkstrinum. Men framvegis
    hoyrast bjartskygdar røddir um vitlíki frá fremstu tøknifyritøkunum, og tí klára tey seg
    betur enn restin av partabrævamarknaðinum. Tó eru tekin um broytingar, tí
    tøknipartabrøvini eru høgt virðismett í løtuni.

    Umframt hægri rentuna hevur partabrævamarknaðurin í 2025 eisini avbjóðingar
    orsakað av stórum væntanum. Eitt er, at nógv partabrøv verða seld við høgari
    virðisáseting, og eitt annað er, at partabrævagreinarar vænta, at feløgini kunnu økja
    um longu stóra vinningin við 15-20 prosentum afturat í ár.

    Alt bíðar eftir Trump

    Øll bíða spent eftir at síggja, hvønn politikk Trump fer at føra, tá ið hann verður
    forseti aftur 20. januar 2025. Einki er vist, halda flestu serfrøðingar, tí Trump er
    kendur fyri at siga nógv, ið ofta fer í ymsar ættir. Tað er støðan í Grønlandi seinastu
    vikurnar eitt gott dømi um.
    Í løtuni verður tosað um eina positiva støðu og eina negativa støðu tíðina eftir 20.
    januar:

    • Positiv støða: Størri vøkstur og vinningur orsakað av lægri skattum í USA,
      minni inflatiónstrýst orsakað av størri amerikanskari oljuframleiðslu og avtala
      við Kina um handil og ein loysn upp á støðuna í Ukraina.
    •  Negativ støða: Hækkandi rentur og størri inflatión trýsta alheims
      bústaðarmarknaðir, serstakliga tann amerikanska og partar av
      húsarhaldsnýtsluni. Samstundis fellur heimshandilin, tí handilsfelagarnir hjá
      USA finna seg ikki í hægri tolli á sínar vørur frá Trump, og tí svara tey aftur.

    Eitt víðfevnt handilskríggj við hægri tolli á vørum úr Kina og ES fer at hava við sær,
    at amerikanska inflatiónin økist við upp í 2 prosentstig eins og vøksturin verður lægri,
    og tískil elva til stagflatión. Og so býttur er Trump ikki, halda nógvir serfrøðingar.
    Hann verður kanska eisini forðaður av tí, at veljararnir eru í móti hækkandi
    brúkaraprísum, og at Kina kann raka USA hart við einum aftursvari.

    Stórur fíggindaskapur er móti Kina tvørtur um floksmarkið í USA, og Peter Navarro,
    sum er sera atfinningarsamur mótvegis Kina, er komin upp í toymið hjá Trump. Hesi
    viðurskifti tala fyri einari harðari tilgongd til Kina.

    Vit vita nógv betur eftir 20. januar.