
Íløgur og avkast
Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at felagið ikki verður so meint rakt, um ein íløguflokkur ikki gevur nøktandi avkast.
Íløgur og váðin
LÍV virkar við einar lívlagari skipan, sum merkir, at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum og er hetta grundarlagið undir lívlagað skipanini hjá felagnum. LÍVlaga skipanin er samansett av tveimum íløgubólkum og er munurin millum bólkarnar býtið millum láns- og partabrøv.
Myndin til høgru vísur, at er aldurin 55 ár, so verður eftirlønaruppsparingin støðla í íløgubólkin “hægri váða”. Er aldurin hinvegin 64 ár, so fær kundin eitt vektað avkast millum íløgubólkarnar “hægri váða” og “lægri váða”.
Ein lívlagað eftirlønarskipan gevur betri møguleikar at tillaga íløguváðan til einstaka kundan fyri at fáa betri javnvág millum aldur og íløgváðan.
Íløgupolitikkur felagsins er at spjaða íløgurnar soleiðis, at kundin ikki verður so meint raktur, um ein íløga ella íløguflokku ikki gevur nøktandi avkast.
Váðin minkar, so hvørt eftirlønaraldur nærkast
Íløgusamanseting
Niðanfyri sært tút eitt yvirlit yvir íløgusamansetingarnar miðað verður eftir:
Etiskt og sosialt ráðiligar íløgur
Vit raðfesta gjøgnumskygni og vita, at tað er týdningarmikið fyri teg at skilja, hvussu tín pensjón verður røktað, og hvussu hetta ávirkar títt avkast.
Hvønn mána útgeva vit marknaðarkunningar á heimasíðu okkara, har ein kann lesa um gongdina hjá íløgum okkara. Her fæst m.a innlit í, hvussu avkastið háttar sær, og hvørji rák eyðkenna fíggjarmarknaðirnar.
Sum kundi hevur tú harumframt atgongd til kundaportal okkara, har tú kanst fylgja við tínum persónliga avkasti og ÁKP.
Vit eru altíð til reiðar at veita tær neyðugu upplýsingarnar, soleiðis at tú kanst kenna teg tryggan og kunnaðan um tína pensjónsuppsparing
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.