Eftirlønarlógin

Galdandi Eftirlønarlóg, við gildi frá 01.01.2014, gevur tær møguleika at býta tína seftirløn í tríggjar partar, tá útgjaldið byrjar.

Eftirlønargjaldið verður skattað við inngjald, sostatt er útgjaldið skattafrítt 

  • Í minsta lagi 45% skal verða útgoldið sum lívlong veiting, lívrenta, ið sbrt. løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, sum verður útgoldin leypandi, so leingi tann, sum eigur og hevur stovnað tryggingina, er á lívi, men fellur burtur, tá viðkomandi doyr.
  • Í mesta lagi 55% kann verða útgoldið sum lutaeftirløn, ið sbrt. hesari løgtingslóg er ein eftirlønarskipan, ið verður útgoldin yvir eitt avtalað tíðarskeið, tó í minsta lagi 10 ár. 
  • Í mesta lagi 15% kann útgjaldast sum kapitalútgjald, ið sbrt. hesari løgtngslóg er ein upphædd, sum verður útgoldin í einum. 


NB: Er samlaða eftirlønarsamansparingin hjá øllum føroyskum eftirlønarveitarum tilsamans minni enn 400.000,- krónur við eftirlønaraldur sbr. § 9, stk. 2 kunnu ístaðin upp til kr. 60.000,- krónur rindast út sum kapitalútgjald, og restin verða útgoldið við upp til 2.500,- krónur um mánaðin. Hesar upphæddir verða prístalsjavnaðar á hvørjum ári.

 

Útgjaldast kann í fyrsta lagi við fólkapensjónsaldur sambært lóg um almannapensjónir, og í seinasta lagi tann dagin, tú fært fólkapensjón. Í løtuni er almenni pensjónsaldurin 67 1/2 ár. 

Virðið í inngjaldingartíðini er at meta sum kapitalsamansparing við arvarætti, um tú ikki hevur valt at stovna samansparingina sum eina lívrentu við innliman.

Við deyða verður goldið út  til “næsta avvarðandi" uttan so, at onnur skriftlig avtala er gjørd við LÍV.  

Eftirlønarlógina finnur tú her.