fo / en

Farmakonomfelagið

VÆLKOMIN

Farmakonomforeningen bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Avtalan er galdandi fyri virknar limir, og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Innlimann er treytað av fullum arbeiðsførleika.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.

Sáttmálasettir limir, sum grundað á undantøku frá TAKS ikki eru fevndir av eftirlønarlógini, eru ikki fevndir av avtaluni.

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum

samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

• við deyða

• við ávísum hættisligum sjúkum

• við óarbeiðsføri

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

Lærlingar:

Samlagstrygging verður stovnað eftir lokna lærutíð, treyta av, at lærlingurin framhaldandi er virkin á sáttmálaøkinum.

Í lærutíðini verður goldið inn til eftirløn við rætti til gjaldsundantøku.

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at
seta teg í samband við
okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað. Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð. Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Tryggingarupphæddin við deyða verður útgoldini í einum.

Børn undir 24 ár:

Afturat upphæddini við deyða verður útgoldin ein mánaðarlig veiting til hvørt barnið sær fram til fylta 24 ár.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  •  ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Við óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

LÍV rindar eftirlønargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur.

2/3 óarbeiðsføri

Eftir 3 mðr. óarbeiðsføri, verður útgoldin ein mánaðarlig veiting, so leingi óarbeiðsføri stendur við.

Varandi 2/3 óarbeiðsføri

Avlamisupphædd útgoldin í einum.

Við deyða
Skattafrí upphædd

Tryggingarupphædd

kr. 800.000

Til børn u/18 ár

kr. 700.000

Hjúnafelagi/sambúgvi

kr. 600.000

Børn u/24 ár

Mánaðarliga 1.000

Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd

Limur

kr. 150.000

Til børn u/18 ár

kr. 150.000

Við óarbeiðsføri
Skattafrí upphædd

Mánaðarlig veiting

kr. 500.000

LÍV rindar eftirlønargjaldið

Avlamisupphædd

kr. 200.000

Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara “Mítt LÍV” fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

LÍV Pensjón

Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.

Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.

Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing.

Ráðgeving

Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00