Fyritøkur

Sum arbeiðsgevari kanst tú leggja lunnar undir fíggjarliga trygdarnetið hjá tínum starvsfólkum.

Fíggjarligt trygdarnet
Fyritøkan kann gerast virkin partur av einum størri trygdarneti við at tekna eina felagstrygging fyri starvsfólkini.
Fá eitt óbindandi prát við ein av okkara tryggingarráðgevum, fyri at finna fram til hvørjir møguleikarnir eru.
Lívstrygging

Lívstrygging er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá áðrenn fylta 67 ár.

Goldið verður út til næsta avvarðandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV. 

Útgjaldið er skattafrítt

Ávísar hættisligar sjúkur

Trygging í samband við ávísar hættisligar sjúkur veitir eitt skattafrítt útgjald, um tú ella børn undir 18 ár verða rakt av ávísari hættisligari sjúku.

Ein avtalað upphædd verður útgoldin, og tað er tú, sum gert av, hvussu upphæddin verður brúkt.

Útgjaldið er skattafrítt.

Óarbeiðsføri

Óarbeiðsførið kann raka fíggjarliga grundarlagið sera meint.

Tí bjóða vit eina óarbeiðsføristrygging, sum kann bøta um fíggjarliga smeitin, um illa vil til.

Fellur til útgjaldingar, um arbeiðsorkan verður skerd við 2/3 ella meira.

Útgjaldið byrjar 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.

Árliga upphæddin verður goldin út í mánaðarligum veitingum.

Útgjaldið er skattafrítt. 

Viðgerðartrygd

Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. 

LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Gjensidige forsikring í Danmark.

Hvørja loysn skalt tú velja?
Tað er ymiskt hvør tørvurin er og hann kann broytast fleiri ferðir ígjøgnum lívi. Fá eitt óbinandi prát við okkum um júst tín tørv.
Lívstrygging
Dømir um tryggingarupphæddir
Mánaðargjald 15-49 ár 50-54 ár 55-66 ár 100 kr. 500.000 kr. 400.000 kr. 300.000 kr. 150 kr. 750.000 kr. 600.000 kr. 450.000 kr. 200 kr. 1.000.000 kr. 800.000 kr. 600.000 kr.

Upphæddin verður goldin út í einum.

Útgjaldið er skattafrítt.

Goldið verður til næsta avvarandi, um onnur skrivlig avtala ikki er gjørd við LÍV.

Ávísar hættisligar sjúkur
Veljast kann millum tvær samansetinar
Mánaðargjald Vaksin Børn 62,50 kr. 125.000 kr. 125.000 kr. 100 kr. 200.000 kr. 150.000 kr.

Upphæddin verður goldin út í einum.

Útgjaldið er skatafrítt.

Óarbeiðsføristrygging
Tryggjar eitt ískoyti til starvsfólki, um óarbeiðsførið rakar.
Mánaðargjald Árlig upphædd 390 kr. 92.800 kr. 252 kr. 60.000 kr. 168 kr. 40.000 kr.

Árliga upphæddin verður goldin út í mánaðarligum veitingum.

Útgjaldið er skattafrítt.

Viðgerðartrygging
Tryggjar viðgerð á privatsjúkrahúsi ella øðrum viðgerðarstovni innan 10 yrkadagar.

Tá sjúka rakar, verður virksemið rakt dupult, um starvsfólkið ikki fær viðgerð beinanveg.

Við eini viðgerðartrygging verður sjúkraviðgerðin ikki ov drúgv orsaka av bíðilistum.

  • Tryggjar skjóta og dygdargóða viðgerð
  • Gevur atgongd til sjúkuavgerð, skurviðgerð ella aðra hóskandi viðgerð
Ráðgeving
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,

so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.