Vit bjóða okkum, at umsita tína samansparing, eisini eftir at avtalaða tíðarskeiðið er lokið.
Tá útgjaldið av tínari pensjón nærkast, skal støða takast til, um peningurin skal flytast.
Alsamt fleiri velja at lata peningin standa á LÍVkontu
Hetta verður gjørt uttan stovningarkostnað.
Uppsparingin verður rentað við marknaðarrentu. Við marknaðarrentu fært tú tann ágóða, sum marknaðurin gevur.
Í góðum tíðum fært tú allan ágóðan av góðu gongdini. Møguleiki er tó fyri negativum avkasti í ávísum tíðarskeiðum, tá tað gongur minni væl.
Íløgurnar í samband við LÍVkontu verða gjørdar við lægsta váða.
Til ber at fylgja gongdini á kontuni á kundaportalinum MÍTT LÍV, sum tú finnur her.
Ynskir tú eitt prát um tína fyrimunir við LÍVkontu, frætta vit fegin frá tær.
Set teg í samband við okkum umvegis telefon 31 11 11 ella liv@liv.fo.
Tú ert eisin vælkomin at støkka inn á gólvið til eitt óbindandi prát.
Íløgurnar í LÍVkonta verða støðlaðar í íløgubólkin við lægsta váða.
Við marknaðarrentu fært tú tann ágóða, sum marknaðurin gevur. Í góðum tíðum fært tú allan ágóðan av góðu gongdini. Møguleiki er tó fyri negativum avkasti í ávísum tíðarskeiðum, tá tað gongur minni væl.
- LÍVKONTA er ætlað teimum kundum, sum fáa eftirlønina útgoldna í einum.
- Rentan verður tilskrivað mánaðarliga.
- Árligt umsitingargjald 0,5% av uppsparingini (rentumarginalur).
- Peningur kann takast út tvær ferðir árliga uttan kostnað.
- Avgreiðslutíðin er í minsta lagi 10 yrkadagar.
- Peningurin kann standa á LÍVKONTU, so leingi tú ynskir tað.
- Við deyða verður LÍVKONTAN útgoldin til næsta avvarðandi, um annað ikki er avtalað við okkum.
- Vit tilskila okkum rætt til at broyta í ásettu íløgureglunum fyri LÍVKONTU.
- Við uppsøgn er avgreiðslutíðin inniverandi mánaður + 14 dagar.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at senda okkum eini boð.
Eisini ber til at ringja til okkum á tlf.: 31 11 11 ella støkka inn á gólvið.