Lívstrygging er ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá.
Flestu lívstryggingar verða í dag teknaðar sum samlagstrygging. Tað vil siga, at hesar tryggingar verða teknaðar í einum stórum felags bólki. Hetta gevur betri javnvág, tá hugsað verður um skaðagongd og prísáseting.
Hjá okkum fær kundin ágóðan, tá avlop er í bólkinum.
Grundað á nevndu samanseting hevur LÍV seinastu árini lækkað upprunaliga prísin við 40%.
Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða.
Í flestu tryggingaravtalum er ásett, at tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn næsta avvarðandi, t.d. til sambúgva, skal hetta fráboðast skrivliga til LÍV.
Hetta gert tú við at fylla út skjalið "Broyting av tilskilan", og senda tað inn til LÍV.
Inni á kundaportalinum Mítt LÍV sært tú, hvussu tín tilskilan er skrásett.
Møguleikar í sambandi við tilskilan:
”Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu hjúnafelagin. Um eingin hjúnafelagi er, verður útgoldið til børn tryggingartakarans (lívsarvingar). Um eingi børn eru, verður útgoldið sambært testamenti. Er einki testamenti, verður útgoldið sambært arvalógini.
At býta javnt millum børnini: Her verður útgoldið til børnini í eins stórum lutum.
Sum tilskilað: Ynskir tú at tilskila t.d. sambúgva ella navngivin børn, verður skrivað navn og P-tal. Skal gjaldast út til meira enn ein persón, verður lutfallið tilskilað sum % av samlaðu upphæddini.
Búgvið: Tá verður útgoldið til deyðsbúgvið. Her er síðani møguleiki at ráða yvir upphæddini við testamenti.
Gev gætur: Gamla avmarkingin í sambandi við tilskilan, sum avmarkaði skaran av persónum, sum kundu tilskilast - tá tú teknaði eina eftirløn við skattafrádrátti - er ikki galdandi longur.
Nú kanst tú frítt áseta, hvør ella hvørji skulu standa sum tilskilað. Hetta er eisini galdandi, um tú ynskir at broyta eina tilskilan, sum er ásett undir gomlu ásetingunum.
Kreditorverja: Verður útgoldið sambært tilskilan er útgjaldið kreditorvart. Hetta merkir, at goldið verður út til navngivnan móttakara, og at kreditorar ikki kunnu gera útlegg í útgjaldinum frá LÍV.
Undantikið er, um tú hevur sett inn búgvið undir tilskilan. Verður útgoldið til búgvið, er peningurin ikki kreditorvardur.
Restskuldatryggingar: Her er eingin kreditorverja. Útgjaldið fellur til lán í peningastovni og veksur soleiðis um frívirðið av húsunum. Kreditorar kunnu gera krav galdandi mótir búnum, áðrenn hetta verður skift millum arvingar.
Økta frívirðið í húsunum, veksur eisini um arvalutin, sum eftirsitandi maki skal skifta við børn, um hetta ikki er avmarkað við testamenti ella møgleiki er fyri at sita í óskiftum búgvi.
Tryggingin verður goldin við skattaðum peningi.
Útgjaldið er skattafrítt.
Ávísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
kr. 125.000
Avísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
kr. 125.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
kr. 125.000
Óarbeiðsføri
Árlig veiting
kr. 92.800