Samverk
Tak niður sum PDF

VÆLKOMIN

Samverk bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.

Avtalan er galdandi fyri virknar limir og tekur við, tá byrjað verður í starvi.

Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika.

Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú fyllir 67 ár, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.

Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.

Arbeiðsgevarin rindar inn eftirlønargjaldið sambært sáttmála.

 

SAMLAGSTRYGGING

Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:

  • við deyða
  • við ávísum hættisligum sjúkum
  • ískoyti til hoyritól
  • við óarbeiðsføri
  • lokaupphædd

Tryggingarskeiðið er fram til fylta 67. ár.

Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.

 

TILSKILAN

Við deyða innan fylta 67. ár, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.

Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.

„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.

Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.

Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú her.

Tryggingar

Við deyða

Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.

Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.

Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.

Tryggingarupphæddin verður útgoldin í mun til aldur.

Fram til og við fylta 40 ár er tryggingarupphæddin kr. 740.000. Eftir hetta lækkar upphæddin við kr. 13.154 árliga niður í kr. 400.000 við 66 ára aldur.

Ávísar hættisligar sjúkur

Útgoldið verður, um

  • ella
  • børn undir 18 ár

verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.

Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.

Ískoyti til hoyritól

Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.

LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.

Endurgoldið verður upp til            kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.

Óarbeiðsføri

Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.

Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur. Tó í mesta lagi 3 ár fyri samlagstryggingina.

Varandi 2/3 óarbeiðsføri

Fram til og við fylta 40 ár verður útgoldin ein tryggingarupphædd á kr. 293.000 Eftir hetta lækkar upphæddin við kr. 14.632 árliga. niður í kr. 15.000 við 59 ára aldur.

Lokaupphædd

Eftir neyvari ásetingum hjá S& K Felagnum verður lokaupphæddin útgoldin í einum, tá tú verður 67 ár.

Møguligt er eisini at søkja um útgjald eftir 60 ára aldur. Tá er upphæddin við 60 ár 1/8 av fullari upphædd, við 61 ár 2/8, við 62 ár 3/8 o.s.fr

Við deyða
Skattafrí upphædd
14-40 ár
kr. 745.000
41-66 ár
sum lýst omanfyri
66 ár
kr. 400.000
Ávísar hættisligar sjúkur
Skattafrí upphædd
Limur
kr. 185.000
Børn/u 18 ár
kr. 185.000
Við óarbeiðsføri
Skattafrí upphædd
14-40 ár
kr. 295.000
41-59 ár
sum lýst omanfyri
59 ár
kr. 15.000
LÍV rindar eftirlønargjaldið
Full lokaupphædd
Skattafrí upphædd
2021
kr. 100.000
Innlit

Kundaportalur

Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.

Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo

Ritast kann inn við Samleikanum

Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

 

LÍV Pensjón

Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. Stórur dentur er lagdur á, at finna rættað lutfallið millum tryggaru og váðafúsu íløgurnar. Umhugsni, og sera lágur kostnaður av íløgurøkt tryggjar, at peningurin verður umsitin á skynsaman hátt.

Fyri at minka um váðan fram ímóti pensjónsaldrinum, verður váðafúsi íløguparturin støðugt niðurskrivaður seinastu 10 árini.

Við eftirlønaraldur verður uppsparingin útgoldin sum ásett í Eftirlønarlógini.

Býtið millum láns- og partabrøv sæst á myndini niðanfyri.

 

Ráðgeving
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.

P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn

Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo

Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00