
Inngjalds-trygging
Varðveit títt eftirlønarinngjald og tryggingar hóast arbeiðsorkan verður skerd vegna óarbeiðsføri.
Inngjaldstrygging í samband við óarbeiðsføri
Inngjaldstrygging tekur við, um arbeiðsorkan vegna óarbeiðsføri verður skerd við 2/3 ella meira.
Gjaldið fellur burtur 3 mánaðir eftir at óarbeiðsføri er staðfest.
Eftir hetta rindar LÍV gjaldið, so leingi óarbeiðsføri stendur við.
Mesta longdin á hesum tíðarskeiði er í mun til gjørdu tryggingaravtaluna..
Oyðiðblað at fylla út við fráboðan av óarbeiðsføri finnur tú undir her.
Hetta sendur tú til okkum á liv@liv.fo.
Tá vit hava móttikið tína áheitan, biðja vit um neyðugar upplýsingar hjá sjúkrahúsverkinum ella tínum lækna, soleiðis at vit kunna viðgera málið.
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.