
Lívstrygging
Flestu okkara eru sera umhugsin tá hús, bilur, innbúgv og aðrar ognir skulu tryggjast. Vit gloyma til tíðir at tryggja okkum sjálvi.
Fíggjarligt trygdarnet
Vit gloyma til tíðir, at tað eru vit sum persónar, ið borga fyri teimum umstøðum vit liva í. Missur av ognum er harmiligt, men rakar neyvan líka hart sum missur av arbeiðsorku ella um makin fellur frá.
Eru tínar tryggingar rætt settar saman? Tá broytingar henda í tínum lívi, eigur tú at kannað eftir um tryggingarnar framvegis standa mát við tørvin hjá tær
Send okkum ein teldupost á liv@liv.fo ella ring til okkara á 31 11 11.
Lívstrygging
Við eini lívstrygging tryggjar tú tíni nærmastu um tú brádliga skuldi fari haðani frá. Ein lívstrygging er sostatt ætlað teimum nærmastu at fóta sær fíggjarliga, um tú fellur frá áðrenn fylta 67 ár.
Goldið verður út til næsta avvarðandi, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
Útgjaldið er skattafrítt
Tilskilan
Tilskilanin ásetur, hvør ið hevur rættin til útgjaldið við deyða.
Í flestu tryggingaravtalum er ásett, at tryggingarupphæddin í sambandi við deyða verður útgoldin til næsta avvarðandi, uttan so, at onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
Kreditorverja
Kreditorverja: Verður útgoldið sambært tilskilan er útgjaldið kreditorvart. Hetta merkir, at goldið verður út til navngivnan móttakara, og at kreditorar ikki kunnu gera útlegg í útgjaldinum frá LÍV.
Undantikið er, um tú hevur sett inn búgvið undir tilskilan. Verður útgoldið til búgvið, er peningurin ikki kreditorvardur.
Restskuldatryggingar: Her er eingin kreditorverja. Útgjaldið fellur til lán í peningastovni og veksur soleiðis um frívirðið av húsunum. Kreditorar kunnu gera krav galdandi mótir búnum, áðrenn hetta verður skift millum arvingar.
Økta frívirðið í húsunum, veksur eisini um arvalutin, sum eftirsitandi maki skal skifta við børn, um hetta ikki er avmarkað við testamenti ella møgleiki er fyri at sita í óskiftum búgvi.
Arvaavgjald
Við deyða rinda arvingar arvaavgjald av upphædd, ið verður útgoldin. Avgjaldið verður ásett eftir, hvussu nær arvingur er skyldur við ognaran. Arvaavgjaldsskipanin er samansett av fýra bólkum.

DØMI: Arvur á kr. 40.000, ið verður útgoldin til sambúgva, rindar 11,5 % í avgjaldi. Arvur, ið verður útgoldin til feløg o.tíl. rindar fast 10 % í arvaavgjaldi.
Nevndu upplýsingar eru vegleiðandi úr “Lov om arveafgift”, ið er galdandi fyri Føroyar.
Neyvari ásetingar fáast við at seta seg í samband við Skiftirættin, ið umsitur arvaavgjøld.
Hvør trygging er tann rætta fyri teg?
Tað er ymiskt hvør tørvurin er og hann kann broytast fleiri ferðir ígjøgnum lívi.
Fá eitt óbinandi prát við okkum um júst tín tørv.
DØMI 1
Mánaðarlig gjald kr. 162,50
Trygging fram til 67 1/2 ár
Upphædd við deyða
15-49 ár
500.000 kr.
50-54 ár
400.000 kr.
55-67 1/2 ár
300.000 kr.
Ávísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
Kr. 125.000
DØMI 2
Mánaðarligt gjald kr. 262,50
Trygging fram til 67 1/2 ár
Upphædd við deyða
15-49 ár
1.000.000 kr.
50-54 ár
800.000 kr.
55-67 1/2 ár
600.000 kr.
Ávísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
Kr. 125.000
DØMI 3
Mánaðarigt gjald kr. 602,50
Trygging fram til 67 1/2 ár
Upphædd við deyða
15-49 ár
750.000 kr.
50-54 ár
Kr. 600.000 kr.
55-67 1/2 ár
kr. 450.000 kr.
Ávísar hættisligar sjúkur
Upphædd í einum
Kr. 125.000
Óarbeiðsføri
Árlig veiting
Kr. 92.800
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.