
Viðgerðar-trygging
Til tín, sum ynskir annan valmøguleika, tá viðgerðartilgongdin gerst ov long.
Skjóta viðgerð
Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum.
Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi.
Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva.
LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Gjensidige forsikring í Danmark.

Hentar upplýsingar
Skaðafráboðan
Í samband við skaðafráboðan kanst tú rita inn hjá Gjensidige við at brúka Samleikan. Svarið hevur tú innan 2 yrkadagar.
Rita inn við Samleikanum her:
Eru ivamál um tryggingarpartin ella hvussu ein skaðafráboðan verður send, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 31 11 11 ella umvegis liv@liv.fo
Tryggingartreytir 01.01.2025
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.