Tryggingareftirlitið

Tryggingareftirlitið er stovnur undir Vinnumálaráðnum, sum hevur eftirlit við tryggingarfeløgum og eftirlønargrunnum, ið hava fingið loyvi til at reka tryggingarvirksemi sambært løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Eisini hevur eftirlitið annað eftirlitsvirksemi, undir hesum uttanhýsiseftirlitið við Føroya Realkreditstovni (Realurin).


Tryggingareftirlitið er ikki kærumyndugleiki hjá tryggingartakarum, ið kunnu kæra sambært ásetingum í tryggingartreytunum. Tó kann eftirlitið sjálvt taka mál um góðan skikk til viðgerðar. Tryggingareftirlitið er skipað við einari umsiting, ið hevur dagliga virki um hendi, og einum Tryggingarráði. Tryggingareftirlitið leggur fyri ráðið øll mál av almennum áhuga, mál har serstakur ivi er til staðar og mál, ið hava víðfevndar fylgjur fyri viðkomandi tryggingarfelag ella eftirlønargrunn, ella sum Tryggingareftirlitið annars metir hóskandi at leggja fyri ráðið. 


Tryggingareftirlitið fremur Tryggingarráðsins avgerðir og kunnar ráðið um, hvussu dagliga virki verður røkt, undir hesum viðgerð av teimum áheitanum, sum eru sendar Tryggingareftirlitinum. LÍV-samtakið er undir eftirliti av Tryggingareftirlitinum.

Leinki til Tryggingareftirlitið.