Tryggingarfelagið LÍV hevur sín serkunnleika í og veitir eftirlønar- og persónstryggingar. Vit umsita stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum.
Sum størsti veitari á eftirlønarmarknaðinum er LÍV samstarvsfelagin, ið tryggjar lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum.
Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær ágóðan av vinninginum hjá felagnum.
Málsetningur
Okkara mál er at veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Vit ynskja, at vera fyrsta valið hjá føroyingum, tá tað snýr seg um at tekna eina persónstrygging og/ella at gera eina virðisgevandi uppsparing til eftirlønaraldur.
Í virksemi okkara, síggja vit dagliga, at vit gera mun og okkara málsetningur fyri komandi árini er, framhaldandi at virka fyri eini munagóðari virðisøking til einstaka kundan.
Við góðari ráðgeving og kappingarførum tænastum, umsita vit í dag uml. 65% av eftirlønarmarknaðinum í Føroyum. Hetta er eitt álit sum okkara dugnaligu starvsfólk taka í størsta álvara.
Visjón
- LÍV vil framhaldandi vera tað størsta eftirlønartryggingarfelag, sum flestu føroysku feløg, virkir og einstaklingar kenna sum besta veitaran av eftirlønartryggingum.
- Ágóðin hjá felagnum skal koma viðskiftafólkunum til góðar
- Tað er felagsins visjón at uppbyggja burðardygt, langsiktað og álitisvekjandi samstarv, sum tryggjar teg og tíni. Vit ynskja at vera har, tá ið tú hevur tørv á okkara tænastu í sambandi við eftirløn, óarbeiðsføri, ávísar hættisligar sjúkur v.m. og hjá avvarðandi í sambandi við deyðsfall.
- Eftirlønaruppsparingin skal koma føroyska samfelagnum tilgóðar, í tann mun hetta eisini tænir viðskiftafólkum felagsins
Missión
- Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
- LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins.
Virðir
- Fyri kundar og samstarvfelagar ynskja vit, at okkara missjón og visjón koma kundum, samstarvsfelagum og samfelagnum til góðar ígjøgnum:
- Hægstu serfrøði á okkara virkisøki
- Opinleika og innlit í okkara virksemi og í kundans
- Álit og trúvirði á tað arbeiðið, vit gera, og á tær tænastur, vit veita ígjøgnum eitt langt samstarv
- At tann ágóði, felagið fær, kemur kundunum til góðar.
Søga
Føroya Lívstrygging er sett á stovn við løgtingslóg 10. oktober 1966.
Virksemið hjá felagnum byrjaði 1. januar 1967. Føroya Lívstrygging hevur síðan byrjan virkað sum ein sjálvstøðugt felag. Hóast hetta hevði Føroya Lívstrygging fram til 1998 eitt tætt tilknýti til Tryggingarsambandið Føroyar og feløgini høvdu somu stjórn og nevnd. Frá 1998 minkaði tilknýtið niður í nærum einki og Føroya Lívstrygging fekk egna stjórn og nevnd.
Føroya Lívstrygging varð umskipað til partafelag 1. januar 2000.
Síðani 2008 hevur fyritøkan í dagligari talu verið nevnd LÍV.
1. juni 2016 vóru ognarviðurskiftini skipaði av nýggjum í P/F LÍV HOLDING við tveimum undirfeløgum P/F Tryggingarfelagið LÍV og P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag
Ognarfelagið LÍV, umboðandi tryggingartakaran, fekk tillutað 50% av partapeninginum, samstundis sum P/F Fakfelag keypti 33,33% av partapeninginum. 16,67% av partapeninginum eru framhaldandi ogn hjá landinum.
P/F Fakfelag hevur í einum tíðarskeiði upp til 10 ár frá 1. september 2016 at rokna, rætt til at keypa tann partapening, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur í felagnum soleiðis, at samlaði ognarluturin gerst 50% av felagnum.
Í 2023 keypti P/F Fakfelag ognarlutin hjá Føroya Landstýri. Sostatt eigur P/F Fakfelag nú 50% og Ognarfelagið LÍV eigur 50% í P/F Tryggingarfelagið LÍV.
Við søluni av LÍV er tað kundin, sum eigur LÍV Samtakið umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag.
1. juli 2020 varð kunngjørt, at P/F LÍV HOLDING og P/F Tryggingarfelagið LÍV verða løgd saman og halda fram sum P/F Tryggingarfelagið LÍV. Samanleggingin hevði virknað frá 1. januar 2020.
P/F Tryggingarfelagið LÍV umsitur P/F LÍV Lívs. og pensjónstryggingarfelag og dótturfeløgini í LÍV samtakinum.
Í dag er okkara eftirlønarvirksemi býtt í tveir partar:
• Eftirlønaravtalur frá 1. januar 2000 og frameftir liggja í P/F Tryggingarfelagið LÍV. Sama er galdandi fyri samlagstryggingaravtalurnar, sum gjørdar eru við LÍV. Virksemið er ikki fevnt av landskassaveðhaldi.
• Eftirlønaravtalur, sum stavað frá tíðini undan ár 2000, liggja í P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag, sum verður rikið við landskassaveðhaldi. Her verður ikki nýteknað.
Vanliga verður sagt, at vit halda til í Quillingsgarði, ið er eitt av elstu húsunum í Havnini. Hetta er tó minsti parturin av okkara hølum, og húsast vit í seks samanbygdum húsum. Nevnast kann, at t.d. Wenzel Petersen, Aage Dahl og Sápuhúsið eisini hava havt sítt virksemið her.