Tú kanskt velja ímillum fýra ymisk váðastøði. Tey ganga frá lítlum váða til høgan váðan – og tú kanst altíð broyta váðastøðið uttan kostnað. Útgangsstøði er, at allir kundar byrja við miðal váði. Í høvuðsheitum sveiggja tær meira váðafullu íløgurnar t.d. partabrøvini mest í virði, men afturfyri geva tey eitt hægri væntað avkast yvir longri tíð. Lánsbrøvini sveiggja minni, tí váðan er lægri, og tryggjar støðugleika í íløgusamansetingini. Hvørt váðin er høgur ella varðin, hongur saman við, um peningurin er settur í partabrøv ella lánsbrøv. Blandar tú bæði partabrøv og lánsbrøv, er tað býtið teirra millum, sum er avgerandi fyri váðan.
|
Hvat skal eg gera?Set teg í samband við okkum, um tú vilt broyta til annað váðastøði, ella um vilt frætta meira um tínar møguleikar. |
Inngjald
Inngjøld eftir 01.01.2014 verða skattað við inngjald og útgjaldið er sostatt skattafrítt.
Pr. 01.01.2019 er eftirlønarskatturin ásettur til 30-40% av inngjaldinum.
Útgoldið verður í tráð við ásetingar í Eftirlønarlógini.
Inngjøld fram til 1. januar 2014 - og rentan av hesum virði - fylgja teimum avtalum um útgjald, sum gjørdar eru frammanundan.
Útgoldið verður í tráð við ásetingarnar í Rentutryggingarlógini.