
Viðgerðar-trygging
Til tín, sum ynskir annan valmøguleika, tá viðgerðartilgongdin gerst ov long.
Skjóta viðgerð
Viðgerðartrygging gevur atgongd til skjóta viðgerð og kann soleiðis stytta munandi um tíðina, tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum.
Ert tú ikki komin í viðgerð innan 10 dagar, eftir at sjúkuavgerðin (diagnosan) er staðfest, er møguligt at søkja um viðgerð á privatsjúkrahúsi.
Í samband við skaðafráboðan kanst tú rita inn hjá Gjensidige við at brúka Samleikan. Svarið hevur tú innan 2 yrkadagar.
Eisini kann søkjast um ískoyti til serlækna, fysioterapi, ergoterapi, zoneterapi, fótterapi, vøddamýkjan, kiropraktor, sálarfrøðing, akupunktur og kostráðgeva.
LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarvi við Gjensidige forsikring í Danmark.
Sí meira um viðgerðartrygging
LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarv við Gjensidige forsikring Danmark.
Oyðubløð til privat tekning av viðgerðartrygging finnur tú undir her.
Viðgerðartrygging verður goldin árliga.
TÁ IÐ SKJALIÐ ER ÚTFYLT SKAL HETTA SENDAST AFTUR TIL liv@liv.fo
Junior viðgerðartrygging
18-27 ár
Privat viðgerðartrygging
28-59 ár
Senior viðgerðartrygging*
60 ár +
*Senior viðgerðartrygging aldur og prísir

Prísurin á senior viðgerðartrygging varierar alt eftir um tú hevur verið í tryggingini frammanundan ella teknar hana fyri fyrstuferð.
Hevur tú verið í henni áðrenn og ger eitt skiftið frá treytinum á eini privatari tekning til eina senior tekning, so er prísurin tann sami sum á eini privatari til tú ert 69 ár.
Teknar tú hana fyri fyrstuferð sum 60 ár, er prísurin hægri, sí mynd.
Upphæddirnar fella til gjaldingar árliga.
Transportdækning
Afturat viðgerðartryggingini er møguleiki at tekna eina transportdækning. Hetta er ein eyka kostnaður afturat prísinum á viðgerðartryggingini.
Lesa meira um hetta við at trýsta á ‘tak niður’.
Gevi gætur, ein viðgerðartrygging er eitt ískoyti til heilsuverkið, og ikki ein avloysari. Tryggingin gevur møguleika fyri skjótari viðgerð, um tørvur er á tí, serliga um bíðitíðin í almennu skipanini er long.

Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.





