fo / en

Oyðubløð

Vel oyðublað

Tilskilan

Tilskilanin ásetur hvør hevur rættin til útgjaldið við deyða. 

Útgoldið verður til “næsta avvarðandi” um tú ikki hevur givið okkum boð um annað.

Næsti avvarðandi er í fyrsta lagi hjúnafelagin.
Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børn, íroknað ættleidd børn.
Um eingi børn eru, verður útgoldið sambært arvalógini/testamenti.
Legg til merkis, at ein møguligur sambúgvi er ikki fevndur av hugtakinum “næsti avvarðandi” í hesum høpi.

Samlagstrygging

Oyðublað at fylla út við tekning av samlagstrygging.

Um mett verður, at heilsustøðan skal lýsast nærri, kann gerast neyðugt við læknaváttan.

Tá ið tú teknar eina samlagstrygging verður víst á ‘heilsulýsingar’, alt eftir hvat tú velur at tekna, skal ein heilsuváttan svarast.
Heilsuváttan verður nýtt fyri at seta øll tey tryggjaðu so javnt sum gjørligt í tryggingarhøpi. Við innliman meta vit um váðan og áseta treytir og gjald í mun til tær upplýsingar, sum standa í heilsuváttanini.

Ert tú í iva, set teg so í samband við okkum á liv@liv.fo ella á telefon 31 11 11

Heilsulýsing

Tá ið tú vilt tekna eina trygging ella gera broyting/ar í tryggingaravtaluni í tryggingartíðini, hava vit tørv á upplýsingum, sum kunnu hava týdning fyri meting av tryggingarváðanum.

Heilsuspurningar
Kundavegleiðing
Lívstrygging
Lívstrygging við hættisligari sjúku
Lívstrygging, ávís hættislig sjúka og óarbeiðsføri
Samtykkisváttan FP 601
Ávísar hættisligar sjúkur

Tá ið tú søkir um útgjald til ávísar hættisligar sjúkur, verður tú biðin um at svara ávísum spurningum.
Somuleiðis skalt tú svara eini FP602 váttan, viðvíkjandi innheintan og víðarilating av upplýsingum.

Óarbeiðsføri

Tá tú søkir um útgjald til óarbeiðsføri verður tú biðin um at svara ávísum spurningum.

Váðastøðið

Vel títt váðastøðið.

Vel eitt váðastøði, ið hóskar til tín og send inn til okkara.
Á kundaportali okkara kanst tú kanna títt váðafýsni.
Les meira um váðastøði her: Uppsparing og váði

Flyting

Skalt tú flyta eftirløn frá øðrum veitara til okkum skal oyðublað útfyllast.

LÍVkonta

Oyðublað at fylla út við tekning av LÍVKONTO

LÍV+

Oyðublað at fylla út við tekning av LÍV+

Viðgerðartrygging

LÍV teknar viðgerðartrygging í samstarv við Gjensidige forsikring Danmark.
Oyðubløð til privat tekning av viðgerðartrygging finnur tú undir her.
Viðgerðartrygging verður goldin árliga.

TÁ IÐ SKJALIÐ ER ÚTFYLT SKAL HETTA SENDAST AFTUR TIL liv@liv.fo

Junior viðgerðartrygging
18-27 ár
Privat viðgerðartrygging
28-59 ár
Senior viðgerðartrygging*
60 ár +
*Senior viðgerðartrygging aldur og prísir

Prísurin á senior viðgerðartrygging varierar alt eftir um tú hevur verið í tryggingini frammanundan ella teknar hana fyri fyrstuferð.

Hevur tú verið í henni áðrenn og ger eitt skiftið frá treytinum á eini privatari tekning til eina senior tekning, so er prísurin tann sami sum á eini privatari til tú ert 69 ár.
Teknar tú hana fyri fyrstuferð sum 60 ár, er prísurin hægri, sí mynd.
Upphæddirnar fella til gjaldingar árliga.

Transportdækning

Afturat viðgerðartryggingini er møguleiki at tekna eina transportdækning. Hetta er ein eyka kostnaður afturat prísinum á viðgerðartryggingini.
Lesa meira um hetta við at trýsta á ‘tak niður’.

Vit eru klár at hjálpa tær

Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.