Kærumøguleikar
Tað er ikki altíð, at tryggingartakarin er samdur í avgerðini, sum tryggingarfelagið tekur. Hetta kann bæði vera í samband við tryggingarveiting vegna óvinnuføri og hættisliga sjúku.
Tryggingartakarin hevur altíð møguleikan at royna málið í rættinum. Hetta kann taka drúgva tíð og gerast sera kostnaðarmikið.
Fyri at lætta um kærumøguleikan, hevur LÍV limaskap í Ankenævnet for Forsikring. Sostatt er møguleiki at royna málið hjá Ankenævnet, um so er, at avgerðin er tikin í samband við tryggingartilburð eftir 1. desember 2004.
Áðrenn kærast kann til Ankenævnet for Forsikring, skal tryggingartakarin hava roynt at fáa í lag eina nøktandi semju við LÍV. Tú kanst seta teg í samband við kæruábyrgdarin á LÍV, Sólvá Hjaltalin Olsen, solva@liv.fo.