LÍV+
Við einari LÍV+ kontu bjóða vit tær at økja um úrtøkuna við eftirlønaraldur.
LÍV+ er ætlað sum ískoytiseftirløn til okkara verandi og komandi kundar.
LÍV+ er ætlað sum ískoytiseftirløn til okkara verandi og komandi kundar.
Ásetingar
- Verður teknað sum ískoyti hjá okkara kundum, ið rinda minst 500 kr. um mánaðin til aðra eftirlønarskipan hjá LÍV.
- Minsta mánaðarliga inngjaldið er kr. 300,-
- Goldið verður inn umvegis Gjaldsskipanina.
- Ókeypis stovnan.
- Árligt umsitingargjald 0,5% av uppsparingini.
- Goldið verður inn við skattaðum peningi.
- Útgjaldið er skattafrítt.
Oyðublað at fylla út við tekning av LÍV+ finnur tú undir oyðibløð.
- Rentan verður tilskrivað mánaðarliga.
- Verður útgoldið í einum við eftirlønaraldur.
- Við deyða í inngjaldingartíðini verður saldan útgoldin óskerd til eftirsitandi.
- Møguleiki fyri at taka peningin út eftir 60 ára aldur.
- LÍV tilskilar sær rætt at broyta í ásettu íløgureglunum fyri LÍV+
Vit eru klár at hjálpa tær
Hevur tú spurningar ella ynskir tú ráðgeving,
so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Send okkum eini boð á liv@liv.fo, ring til okkara á 31 11 11 ella rita inn á kundaportalin Mítt LÍV og send okkum eini boð.