VÆLKOMIN
Havnar Handverkarafelag saman við niðanfyri nevndu fakfeløgum bjóða limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
• Havnar Handverkarafelag
• Vágs Handverkarafelag
• Tvøroyrar Handverkarafelag
• Skála Handverkarafelag
• Grafiska Yrkisfelagið
Avtalan er galdandi fyri virknar limir og skrivstovufólk hjá fakfeløgunum
Fyrivarni fært tú heilsutreytaða veiting, eitt nú frá øðrum tryggingarfelag, ella almannaveiting við atliti at stuðla undir ella varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin, t.d. Tillagað starv ella Arbeiðsbúgving, hevur tú skyldu at boða okkum frá. Um tú ikki hevur boðað okkum frá, er sannlíkt at tryggingarnar ikki taka við.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingin er skipað sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
• við deyða
• um hjúnafelagi/sambúgvi* doyr
• við ávísum hættisligum sjúkum
• til hoyritól
• lokaupphædd
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fylta fólkapensjónsaldur, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til “næsta avvarðandi”, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
“Næsti avvarðandi” er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til sambúgva*. Er eingin sambúgvi, verður útgoldið til børn. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
*Við sambúgva er at skilja persónur, ið livir saman við liminum í felags bústaði(somu adressu), og at parið væntar, hevur ella hevur átt felags barn ella at parið hevur livað saman í hjúnalagi, uttan íhald seinastu 2 árini undan deyðsdegnum.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn "næsta avvarðandi", skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið “Broyting av tilskilan" finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð. Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Doyr limurin verður tryggingarupphæddin útgoldin til tilskilaða, sí treytir á fyrru síðu undir TILSKILAN.
Børn:
Afturat tryggingarupphæddini við deyða verða kr. 35.000,- útgoldnar til hvørt barnið sær undir 21 ár, herundir adoptiv-og fosturbørn.
Hjúnafelagi/sambúgvi:
Doyr hjúnafelagi/sambúgvi, verður kr. 300.000 útgoldið.
(Ikki galdandi fyri útgjald til børn.)
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
• tú ella
• børn undir 18 ár
verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Ávísar hættisligar sjúkur fevnir eisini um terminala sjúkuavgerð.
Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.
LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.
Endurgoldið verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.
Óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 50% ella meira fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við.
Tó í mesta lagi fram til man nær fólkapensjónsaldur.
Lokaupphædd
Eftir neyvari ásetingum hjá Havnar Handverkarafelag o.fl. verður upphæddin útgoldin í einum við fólkapensjónsaldur.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í tíni tryggingarviðurskifti.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00