Tað er kundin, sum eigur Tryggingarfelagið LÍV umvegis Ognarfelagið LÍV og P/F Fakfelag.
Málsetningurin er áhaldandi at veita eina góða tænastu og bera vinningin aftur gjøgnum góðar tryggingar, lágan rakstrarkostnað og eitt munagott avkast á eftirlønaruppsparingini.
P/F Tryggingarfelagið LÍV umsitur P/F LÍV Lívs- og pensjónstryggingarfelag og dótturfeløgini í LÍV samtakinum.

Ognarfelagið LÍV
Ognarfelagið LÍV eigur 50% av partapeninginum í P/F Tryggingarfelagið LÍV
- Stovningardagur 28. oktober 2005. Skrásetingardagur 23. november 2005.
- Endamál felagsins er at eiga partapening í P/F Tryggingarfelagið LÍV.
- Eigari eru allir tryggingartakarar og tryggjaði hjá LÍV samtakinum.
- Formansskapurin teknar felagið
Umboðsráðið umboðar viðskiftafólkini hjá LÍV á aðalfundinum hjá LÍV samtakinum.
35 umboðsráðslimir verða valdir av og millum limirnar í felagnum. Val er fjórða hvørt ár og allir limirnir standa fyri vali.
Nærri kunning um umboðsráðið er at finna í viðtøkunum fyri Ognarfelagið LÍV.
Formansskapurin, seinast valdur á aðalfundi 20. apríl 2022.
- Lisa Frederiksberg, forkvinna
- Eyðdis Ellendersen, næstforkvinna
- Sofus Debes Johannesen, kassameistari
- Regin Olsen, eykalimur fyri formansskapin
Umboðsráðslimir: 2019-2022
Absalon Hansen | Bogi Mortensen | Haldis Karlsdóttir | Pætur Niclasen |
Annfinnur Garðalíð | Búgvi Poulsen | Hanna í Horni | Poul Esper H. Hansen |
Annika Hoydal | Elin J. Rasmussen | Heine Lützen | Regin Olsen |
Árni Arge |
Elin N.W. Tausen | John Højsted | Selma Ellingsgaard |
Ása T. Poulsen | Ella N. Heinesen | Lisa Fredriksberg | Sigrid J. Dalsgaard |
Augusta Mikkelsen | Eva H. Bennicke | Magnus Mýrdal Hentze | Sofus D. Johannesen |
Bergur Dam Jensen | Eyðdis Ellendersen | Marjun J. Hentze | Suni Simonsen |
Birgir Sondum | Eydna S. Mikkelsen | Niclas Hentze | Svend Erik Saxov |
Bjarnheðin í Hoyvík | Frimund Hansen | Noomi K. Rasmussen |
P/F Fakfelag
P/F Fakfelag eigur 33,33% av partapeninginum í P/F Tryggingarfelagið LÍV.
P/F Fakfelag hevur í einum tíðarskeiði upp til 10 ár frá 1. september 2016 at rokna, rætt til at keypa tann partapening, sum Uttanríkis- og Vinnumálaráðið eigur í felagnum - svarandi til 16,67% - soleiðis, at samlaði ognarluturin gerst 50%.
Stjóri: Óluva í Gong
Talsmaður: Pætur Niclasen, paetur@samverk.fo.
Nevndarlimir:
- Pætur Niclasen, nevndarformaður - Samverk
- Súni Selfoss - Starvsfelagið
- Óluva í Gong - Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
- Borgný Mohr - Starvsfelagið
- Suni Simonsen - Føroya Handverkarafelag
- Ólavur Gunnarsson - Maskinmeistarafelagið
- Jógvan Philbrow - Føroya Pedagogfelag
20 fakfeløg mynda P/F Fakfelag, hesi eru:
Arkitektafelag Føroya | Havnar Arbeiðskvinnufelag |
Bioanalytikarafelagið | Heilsuhjálparafelag Føroya |
Ergoterapeutfelagið | Heilsurøktarafelagið |
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar | Kost- og Føðslufelag Føroya |
Felagið Føroyskir Radiografar | Ljósmøðrafelag Føroya |
Føroya Handverkarafelag | Maskinmeistarafelagið |
Føroya Pedagogfelag | Musikklærarafelag Føroya |
Føroya Skipara- og Navigatørfelag | S&K Felagið |
Føroya Verkfrøðingafelag | Starvsfelagið |
Fysioterapeutfelag Føroya | Yrkisfelagið Miðnám |