VÆLKOMIN
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag bjóðar limum sínum trygging í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir og tekur við, tá byrjað verður í starvi.
Innliman er treytað av fullum arbeiðs-førleika. Arbeiðsgevarin váttar arbeiðs-førið.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú nært fólkapensjónsaldrinum, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønar-aldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
• við deyða
• við ávísum hættisligum sjúkum
• lokaupphædd
Tryggingarskeiðið er fram til fólkapensjónsaldur.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fólkapensjónsaldur, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.
Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Upphæddin verður útgoldin í mun til aldur, sum víst niðanfyri.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
- tú ella
- børn undir 18 ár
verða rakt av "ávísari hættisligari sjúku".
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV tryggingargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við. Tó í mesta lagi 3 ár.
Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.
LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.
Endurgoldið verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.
Lokaupphædd
Eftir neyvari ásetingum hjá Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag verður upphæddin útgoldin í einum, tá tú verður 67 ár.
Møguligt er eisini at søkja um útgjald eftir 60 ára aldur. Tá er upphæddin við 60 ár 1/8 av fullari upphædd, við 61 ár 2/8, við 62 ár 3/8 o.s.fr.
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00