VÆLKOMIN
Samverk bjóðar limum sínum trygging og eftirløn í samstarvi við Tryggingarfelagið LÍV.
Avtalan er galdandi fyri virknar limir og tekur við, tá byrjað verður í starvi.
Innliman er treytað av fullum arbeiðsførleika.
Tryggingin fellur burtur mánaðin eftir, at tú nært fólkapensjónsaldrinum, um tú ikki longur ert virkin limur ella fer úr starvi.
Verður farið úr skipanini innan eftirlønaraldur, kann framhald av tryggingini avtalast við LÍV.
Arbeiðsgevarin rindar inn eftirlønargjaldið sambært sáttmála.
SAMLAGSTRYGGING
Tryggingarparturin er skipaður sum samlagstrygging og gevur rætt til útgjald:
- við deyða
- við ávísum hættisligum sjúkum
- ískoyti til hoyritól
- við óarbeiðsføri
- lokaupphædd
Tryggingarskeiðið er fram til fólkapensjónsaldur.
Eitt møguligt útgjald er skattafrítt.
TILSKILAN
Við deyða innan fólkapensjónsaldur, verður tryggingarupphæddin útgoldin sambært tilskilan.
Útgoldið verður til „næsta avvarðandi“, um ikki onnur skrivlig avtala er gjørd við LÍV.
„Næsti avvarðandi“ er í fyrstu atløgu eftirsitandi hjúnafelagi. Er eingin hjúnafelagi, verður útgoldið til børnini. Eru eingi børn verður útgoldið sambært testamenti/arvalógini.
Ynskist tryggingarupphæddin útgoldin til onnur enn „næsta avvarðandi“ t.d. sambúgva, skal hetta fráboðast LÍV skrivliga.
Skjalið „Broyting av tilskilan“ finnur tú liv.fo/tilskilan
Við deyða
Útgoldið verður til tann/tey, ið skrásett eru sum tilskilað.
Tryggingin er galdandi bæði í arbeiði og frítíð.
Útgoldið verður uttan mun til, um deyðin skyldast sjúku ella vanlukku.
Tryggingarupphæddin verður útgoldin í mun til aldur.
Fram til og við fylta 40 ár er tryggingarupphæddin kr. 765.000. Eftir hetta lækkar upphæddin við kr. 13.208 árliga niður í kr. 415.000 við 66 ára aldur.
Ávísar hættisligar sjúkur
Útgoldið verður, um
- tú ella
- børn undir 18 ár
verða rakt av “ávísari hættisligari sjúku”.
Nærri ásetingar og listin yvir fevndar sjúkur er at finna í tryggingartreytunum.
Ískoyti til hoyritól
Fært tú almennan stuðul til hoyritól, hevur tú eisini rætt til útgjald frá LÍV.
LÍV rindar í mun til almenna stuðulin og veruliga kostnaðin.
Endurgoldið verður upp til kr. 4.000 fyri hvørt hoyritólið.
Óarbeiðsføri
Verður arbeiðsorkan skerd við 2/3 ella meira, fellur tryggingargjaldið burtur aftaná 3 mánaða óarbeiðsføri.
Eftir hetta rindar LÍV eftirlønargjaldið so leingi óarbeiðsførið stendur við, um neyðugt heilt fram til eftirlønaraldur.
Varandi 2/3 óarbeiðsføri
Gerst limur 2/3 varandi óarbeiðsførur verður tryggingarveiting útgoldin í einum. Tryggingarveitingin er kr. 310.000 fram til og við fylta 40. ár. Veitingin lækkar síðani árliga við kr. 15.000 og er kr. 25.000 tá ið limurin er 59 ár. Tryggingin fellur burtur, tá ið limurin verður 60 ár.
Lokaupphædd
Eftir neyvari ásetingum hjá Samverk verður lokaupphæddin útgoldin í einum, tá tú verður 67 ár.
Møguligt er eisini at søkja um útgjald eftir 60 ára aldur. Tá er upphæddin við 60 ár 1/8 av fullari upphædd, við 61 ár 2/8, við 62 ár 3/8 o.s.fr
Kundaportalur
Á kundaportali okkara "Mítt LÍV" fært tú innlit í uppsparing, persónligar tryggingar, samlagstrygging, inngjøld og teknisku uppgerðina.
Kundaportalin finnur tú á www.liv.fo
Ritast kann inn við Samleikanum
Hevur tú ikki Samleikan, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á LÍV.
LÍV Pensjón
Nú kanst tú velja tað váðastøðið, tú vilt hava. Men hav í huga, at størri váðastøðið er, størri er væntaða avkastið, men samsvarandi er váðin størri.
Uppsparingin verður sett í virðisbrøv og rentað við marknaðarrentu. LÍV virkar við einari lívligari skipan, sum merkir at íløgurnar verða gjørdar við atliti til, hvussu stutt er eftir til tín eftirlønaraldur.
Ráðgevingin hjá LÍV er, at íløguváðin hjá tær skal minka so hvørt sum tú nærkast eftirlønaraldrinum.
Vit hava hollar royndir og kunnu ráðføra tær í øllum eftirlønarspurningum.
Les meira um váðastøðini liv.fo/uppsparing
P/F Tryggingarfelagið LÍV
Kopargøta 1
Postboks 206
110 Tórshavn
Tlf. 31 11 11
liv@liv.fo
www.liv.fo
Skrivstovutíðir:
Mánadag-hósdag: 10.00-16.00
Fríggjadag: 10.00-15.00